Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir spældu dyst móti Silkeborg á útivølli í donsku superliguni.
German Onugkha legði Vejle á odda 1-0 tá 53 minuttir vóru leiktir av dystinum. 12 minuttir seinni javnaði Silkeborg til 1-1.
Leingi sá út til, at Vejle slapp heimaftur við einum stigi, men tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Silkeborg til 2-1.
Vejle er sostatt aftast í superliguni við ongum stigi fyri tríggjar dystir.
Sunnudagin 13. apríl tekur Vejle móti FC Midtjyllandi á heimavølli.