Gilli og Meinhard vunnu - Gullbrandur tapti

Gilli R. Sørensen og Meinhard E. Olsen fingu eina góða upptakt til Nations League dystirnar í komandi viku

Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá Odd í heimadysti í bestu norsku fótbóltsdeildini vann 2-0 á gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham-Kam.

 

Milan Jevtovic skoraði bæði málini hjá Odd uppá brotsspark. Tað fyrra tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, og tað seinna beint undan leikloki.

 

Gongdin er framúr hjá Odd, ið hevur vunnið 13 av 15 stigum seinastu fimm dystirnar. Odd er nú á einum sætta plássi við 33 stigum. Átta stig eru upp til triðja plássið, ið gevur evropeiska luttøku komandi summar.

 

Í næstbestu norsku deildini spældi Meinhard E. Olsen allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu 2-1 á Stjørdal á útivølli. Øll málini vóru skotin fyrstu 20 minuttirnar av dystinum.

 

Longu í sjeynda minutti legði Benjamin Stokke Mjøndalen á odda, og bert tríggjar minuttir seinni økti Brinder Singh til 2-0. Tá 20 minuttir vóru spældir minkaði Stjørdal um munin til 2-1.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin fyri Sandnes ULF, ið tapti greitt 0-3 fyri greiða oddaliðnum í næstbestu deildini, Brann Bergen. 

 

Sandnes er nummar fimm í deildini við 40 stigum.  Mjøndalen er nummar níggju við 36 stigum. 

 

Nú fara Meinhard og Gilli at ferðast til Litava til at spæla dyst í Nations League klokkan 19.45 komandi hóskvøld. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.