Gilli R. Sørensen vitjaði Rás2 seinnapartin

(Sending frá Rás2) Hoyr fótbóltspanelið, har Gilli R. Sørensen var gestur, og hevði vinning við

TRÝST á PÍLIN uppiyvir YouTube KYKMYNDINI (Tann svarta breddan), og hoyr fótbóltspanelið á Rás2, sum var seinnapartin, har Gilli Rólantsson Sørensen var gestur til eitt prát um fótbólt, bæði við álvarsomum og skemtiligum vinklum.

 

Við sær hevði Gilli ein stórfingnan vinning, nevnliga troyggjuna hann bar, tá AaB á útivølli vann 2-0 á Brøndby. Gilli var við í upplegginum til 1-0 málið, fekk rós fyri dystin, og kom á liðið fyri ta vikuna. TRÝST á PÍLIN Á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá júst tí dystinum, og njót serliga 1-0 málið. 

 

Saman við Gilla umrøddu vertirnir jól, fótbóltsuppvøksturin á Sevmýru á Tvøroyri, tíðina Gilli var lærlingur í Aberdeen FC, umframt tíðini við vaksnamannaliðunum hjá TB og B36. Nomið var eisini við tíðina í AaB higartil, og avrikini á landsliðnum.

 

Gilli fekk eisini nakrar skeivar spurningar um hinar landsliðsspælararnar.

 

Ein lurtari á Strondum, sum hevði rætta svarið til spurningin: "Hvat nummar hevur Gilli í AaB" vann ta signeraðu troyggjuna hjá Gilla.