8. oktober bjóðaði Atlantic Petroleum út 1.500.973 nýggj partabrøv í felagnum til kurs 125. Vórðu øll partabrøvini seld fór hetta at merkja eina kapitalhækkan á 188 milliónir krónur.
Peningurin skal fyrst og fremst brúkast til at afturgjalda stuttfreistað lán.
Vit kundu saktans nýtt pening, sum vit tjena við framleiðslunum úr teimum báðum brunnunum á Ettrick- og Chesnutleiðunum, men við hesari kapitalhækkanini hava vit rúmd at arbeiða víðari við á øðrum økjum sum er neyðugt, skulu vit framhaldandi menna felagið, segði Wilhelm Petersen við Sosialin, tá partabrøvini vórðu bjóðað út.
Nú er freistin at tekna partabrøv so av, og Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, er væl nøgdur við úrslitið.
- Nú er tað soleiðis, at tað er ikki gjørt endaliga upp enn, tað verður tað ein av fyrstu døgunum, men vit vita longu nú, at tað hevur gingið so, sum vit høvdu vónað og væntað, sigur Wilhelm Petersen.
Vakstrarpotentiali
Partabrøvini vóru í fyrstu syftu boðin út millum verandi partaeigarar, og teimum stóð í boði at keypa partabrøv í lutfallinum 4:3. Tað merkir, at verandi eigarar kundu keypa fýra nýggj partabrøv fyri hvørju trý tey áttu framman undan.
- Tað er soleiðis, at verandi partaeigarar kunnu keypa nýggj partabrøv, ella teir kunnu selja rættin til hesi partabrøv. Og vit síggja, at tað hevur verið rímiliga stórur aktivitetur í tekningarrættinum, so eg vænti, at tað eru fleiri nýggir partaeigarar komnir til. Vit síggja eisini, at fleiri av stóru útlendsku íleggjarunum hava økt um sín lut í felagnum, sigur Wilhelm Petersen.
Tá tekningin av nýggjum partabrøvum byrjaði 8. oktober segði stjórin, at tað var eitt ynski, at fáa fleiri stóran útlendskar íleggjarar at keypa partabrøv í Atlantic Petroleum.
- Hetta hevur verið ein tilgongd, sum vit leingi hava arbeitt við. Felagið hevur eitt rímiliga stórt vakstrarpotentiali, og skulu vit gagnnýta hetta potentiali er neyðugt, at hava størri íleggjarar við sum viðspælarar, ið kenna felagið, sigur Wilhelm Petersen.
Málið hjá Atlantic Petroleum var at skapa eina kapitalhækkan á 188 milliónir krónur.
- Við tí fyrivarni, at ikki er endaligt uppgjørt enn, so hava vit kortini fylgt loypandi við, og vit hava eina sterka kenslu av, at vit fara at náa málinum, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.
Tveir brunnar í sikti
Stjórin í Atlantic Petroleum sigur, at tað í longri tíð hevur verið arbeitt við at tikllaga strukturin soleiðis, at hann passar til felagið.
- Longur fyri fleiri árum síðani løgdu vit á tann bógvin, at vit hyggja at smærri feltum, sum passa til porteføljuna hjá felagnum. Eisini hyggja vit at øðrum feløgum, sum kanska ynskja at gerast partur av Atlantic samtakinum, sigur Wilhelm Petersen.
Hann heldur serliga, at tað er ein fyrimunur, at Atlantic Petroleum er skrásett á einum norðurlendskum høvuðsmarknaði, og at felagið liggur rættiliga í einari serstøðu á danska marknaðinum við tað at felagið er skrásett á olju- og gassmarknaðinum.
- Og tað hevur vakt ans hjá fleiri øðrum feløgum, sigur Wilhelm Petersen.
Sum er framleiðir Atlantic Petroleum úr tveimum brunnum, men útlitini eru góð at farið verður undir aðrar framleiðslur innan rímiliga tíð.
- Í løtuni framleiða vit úr brunnum á tveimum økjum, og sum útlitini eru í løtuni eru vánir fyri, at vit fara ar framleiða úr tveimum nýggjum feltum innan fyri tvey til trý ár, sigur Wilhelm Petersen.
Hann sigur, at við hesari kapitalhækkingini og tí peningastreymi, sum felagið hevur í dag frá framleiðsluni, hevur felagið likviditet at gera onnur ting.
- Vit hava til dømis møguleika at gera, sum vit gjørdu fyri nøkrum árum síðani, og uppkeypa feltir til útbyggingar, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.