Tíðindaskriv
Tað kann møguliga betala seg at fara í Rex fríggjakvøldið. Í øllum førum hjá teimum, ið hava gott minni og gott dirvi. Skipað verður nevniliga fyri einari spildurnýggjari heldur øðrvísi spurnarkapping hetta kvøldið, har kappast verður um seks vinningar, hvør áljóðandi fýra atgongumerkir til okkurt leskandi í barrini.
Fyrsta umfar í kappingini fríggjakvøldið snýr seg um at vera fyrst/ur at gita sangin, ið spældur verður. All That Rain, ið annars spælir til dans bæði hetta kvøldið og leygarkvøldið framførir eitt lag, og so ræður um at skunda sær upp á pallin og siga navn á bólki og lagi í mikrofonina. Tríggjar tílíkar kappingar verða av hesum slagi í fyrsta umfari.
Seinni um náttina snýr tað seg um at verða fyrstur upp á pallin at syngja lagið, ið All That Rain spælir. Hetta verður eisini tríggjar ferðir.
Nýggja spurnarkappingin verður fyrstu ferð roynd nú fríggjakvøldið, men ætlanin er at hava eina líknandi kapping eitt fríggjakvøld komandi mánað, og eina í mai, og so eina finalu leygarkvøldið 12. mai, har vinnararnir úr 1., 2. og 3. umfari kappast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways. Livandi tónleikurin og kappingin byrja í Rex á miðnátt fríggjakvøldið.