Lerwick: Bæði Guttorm Sørensen og Cecil Weihe tóku lut, tá runnið varð á 10.000 metrum sunnudagin. Oddadysturin stóð alla tíðina millum Michael Sanchez av Gibraltar og Kim Godtfredsen av Grønlandi. Ein dystur, sum Gibraltar-búgvin vann.
Guttorm Sørensen var leingi væl við í feltinum, sum kappaðist um fjórða plássið, men seinasta triðingin av kappingini gjøgnumføri Guttorm við skaða, og tað kostaði nakað nógv í samlaðu støðuni.
Her kom Guttorm á mál sum nummar átta við tíðini, 37.08,11. Cecil Weihe gjørdist nummar seks í tíðini, 35.23,74.