Munurin millum rík og fátøk hevur ongantíð verið størri seinastu 30 árini, enn hann er nú. Ein orsøk til tað er, at skattalætti verðurlatin teimum hægsløntu, men tað eru eisini aðrar orsøkir
Hetta er niðurstøðan, Landsbankin, ger burtur úr eini nýggjari frágreiðing yvir gongdina í OECD londunum.
Kanningin vísur, at miðal inntøkan hjá teimum ríkastu 10% av fólkunum í OECD, er umleið níggju ferðir hægri, enn miðal inntøkan hjá teimum 10% fátækastu.
Inntøkumunurin er enntá øktur í londum, ið vanliga verða mett at hava lágan ójavna, eitt nú í Týsklandi, Danmark og Svøríki.
Í hesum londum er inntøkumunurin øktur frá at vera 5 til 1 í 1980, til at verða 6 til 1 í dag.
- Hendan kanningin avdúkar, at búskaparligur vøkstur ikki av sær sjálvum gagnar øllum í samfelagnum, og at størri ójavni ikki førur við sær, at tey fátækastu fáa møguleika fyri, at arbeiða seg uppeftir burturúr fátøku tilveruni, endurgevur Landsbankin stjóran í OECD, Angel Gurría fyri at hava sagt, tá ið frágreiðingin varð almannakunngjørd.
- Høvuðsorsøkin til økta inntøkumunin, er tann økti ójavnin í lønunum. Tey høgt-útlærdu hava fingið størri ágóða av tøkniligu framstigunum, enn tey ið hava lága útbúgving.
Átøk, ið eru gjørd fyri at stimbra kappingarførið og gera arbeiðsmarknaðin meira smidligan, sum til dømis at stovna parttíðarstørv ella loyva fólki at arbeiða flekstíð, hevur stimbrað produktivitetin og fingið fleiri fólk í arbeiði, serliga kvinnur og láglønt arbeiðsfólk.
Men hækkingin í parttíðar- og lágløntum arbeiði hevur samstundis víðkað inntøkumunin.
Her hava skatta- og sosiala skipanin ein stóran leiklut, tá ið ójavnin skal minkast, men hesar skipanir eru vorðnar minni effektivar til at javna inntøkur síðani mitt í 1990-árunum.
Eftir frágreiðingini er skattalætti til tey hægstløntu ein onnur týdningarmikil orsøk til økta ójavnan.
Kanningin vísur, at tað at útbúgva arbeiðsmegina, er tann mest effektivi hátturin at minka um ójavnan.
Frágreiðingin leggur dent á, at tað er tørvur á, at einstøku stjórnarleiðararnir endurskoða skattaskipanirnar fyri at tryggja, at tey ið eru fíggjarliga væl fyri, bera sín part av skattabyrðuni.
Hetta kann gerast við at hækka marginalskattin hjá teimum hægstløntu, betra um eftirlitið, lækka frádráttir og meta um skatt á ognum og øðrum slagi av ríkidømi av nýggjum.