Í gjár fall oljuprísurin við 4 dollarum fyri tunnuna

Íleggjarar meta, at tann hótti heimsbúskapurin fer at fáa oljprísin at falla uppaftur meira. Í New York er oljuprísurin fallin við 9 dollarum, síðan rekordprísin, sum var 3 juli, tá tunnan kostaði 145,85 dollarar. Eisini gull, silvur, kopar og mais eru fallin í prísi.

Tey vánaligu útlitini í heimsbúskapinum gera, at tey, sum hava keypt rávørur til at handla víðari, nú eru við at hokna í knøunum, tí heimsbúskapurin ikki hevur tað so gott í løtuni. Rávøran er keypt niðurfyri, tí mett hevur verið, at ein príshækkingin (inflatión) skuldi givið stóran vinning, men nú stendur at fara øvutan veg. Tað viðførir, at selt verður út av goymslunum, sum er besta vápn fyri at fáa prísin at falla, tað sigur Michael Lynch, sum arbeiðir í Winchester Massachussets.

Á G8 fundinum í Tokyo, varð nógv tosað um tann høga oljuprísin, sum er hækkaður við 88% í eitt ár.

Heimsbúskapurin er nógv hóttur í løtuni - tí er væntandi, at oljuprísurin fer at falla uppaftur meir, varð sagt frá G8 fundinum í Tokyo i gjár.