Gjalda avgjald til landskassan av stuðuli til sjúklingar við krabbameini

Hvørja ferð nakað verður keypt, har peningurin fer til at stuðla sjúklingar við krabbamein, fær landskassin eisini eitt avgjald, siga handilsfólk

Krabbamein

 Eg haldi, at hetta er nokk so smáligt.Tað sær út sum um vit hava gloymt at vísa umsorgan.
Sørin Ziska Jacobsen, sum hevur handilin Sportsmaster í Klaksvík er eitt sindur ørkymlaður.
Hann rætti gleðiliga eina hjálpandi hond, tá ið áheitanin kom fra Kræftens Bekæmpelse í Danmark um at selja ljósareyð armbond fyri at stuðla sjúklingum við bróstkrabba.
Oktober er mánaðurin, har krabbameinsfeløg um allan heim varpa ljós á bróstkrabba.
Í hesum sambandi verður eisini roynt at savna nn pening til fram fyri tey, sum hava krabbamein.
Bæði Føroyafelag móti krabbameini og Kræftens Bekæmpelse í Danmark eru við í hesum átaki
Millum annað við at selja armbond og sloyfur, har peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til arbeiðið hjáFøroyafelag ímóti krabbameini og Kræftens Bekæmpelse
Armbondini, sum handilin í Klaksvík selur, skulu kosta 20 krónur. Handlarnir fáa ongan vinning fyri at selja armbondini og søluprísurin fer sostatt óskerdur til arbeiðið hjá Kræftens Bekæmpelse.

Betala mvg og toll
Fyri at krabbameinssjúklingar skulu fáa sum mest burturúr, verður heldur onki avgjald goldið av hesum armbondunum í Danmark, hvørki momsur, og hvussu tað annars eitur ymsastaðni.
Men í Føroyum er støðan ørðvísi.
Her fær landið nevniliga bæði toll og mvg av hvørjum armbandi, sum verður selt.
 Vit hava kannað málið hjá Tolli og Skatti, men har er onki at gera, sigur Sørin Ziska Jacobsen í Sportsmaster í Klaksvík, sum er ein av handlunum, ið selja hesi armbondini.
Hann sigur, at hann spurdi hjá hjá Toll og Skatt, men har vóru boðini greið og tey vóru, at undantak verður ikki gjørt fyri hesi armbondini, hóast allur peningurin fer óskerdur til eitt vælgerðandi endamál.
Hann sigur, at av røttum skuldi handilin sostatt lagt mvg afturat prísinum, men tað hava vit ikki gjørt.
 Vit fáa okkum ikki at strika prísin á armbandinum út og skriva nýggjan prís á. Tí selja vit framvegis armbondini fyri 20 krónur og rinda so sjálvi tað mvg til landið, sum tey, ið keypa armbandið, annars átti at gjørt.
Sostatt kostar tað Sportsmaster nakrar krónur í beinleiðis útreiðslum, hvørja fer tey selja eitt armband til frama fyri sjúklingar við krabbameini.
Eitt er at handlarnir stuðla einum slíkum tiltaki, men tað var ikki júst ætlanin, at handilin beinleiðis skuldi betala fyri stuðla.
Handilsmaðurin í Klaksvík heldur, at hetta er óføroyskur hugsunnarháttur.
- Vit hava øll brúk fyri at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og tað má ikki verða so, at føroyingar gloyma at vísa umsorgan, heldur hann.
Hann sigur, at tað fellur eisini viðskiftafólkunum fyri bróstið, táið tey fáa at vita, at landið skal hava mvg av stuðlinum til sjúklingar við krabbameini.

Gera undantak í ávísum førum
Sørin Ziska Jacobsen sigur kortini, at hann fer ikki at gera meiri burturúr hesum málinum.
Hann fer kortini at senda Kræftens Bekæmpelse eina frágreiðing um, hvussu støðan er í Føroyum.
Men eg ætli mær kortini at keypa fleiri armbond fyri at stuðla arbeiðnum hjá Kræftens Bekæmpelse, leggur hann afturat.
Á toll og Skatti siga tey, at tað ber til at søkja um mvg frítøku tá ið talan er um vælgerðandiendamál. Kortini hava tey ikki loyvi at siga nakað um ítøkilig mál og tí fáa tey heldur onki sagt um hetta.
Men sum teu í Sportsmaster søgdu longur frammi í greinini, spurdu tey seg fyri hjá Toll og skatt og fingu at vita, at armbondini verða ikki frítikin fyri mvg.
Sostatt kann niðurstøðan bara vera, at hetta slagið av vælgerðandi endamálið er ikki nóg mikið til at fáa mvg frítøku.