Tey sum ætla sær at brúka gjaldskort ella nýta sjálvtøkurnar í nátt eiga at hava reiðan pening uppi á sær, tá tey fara út í kvøld.
Bankarnir boða umvegis heimasíðurnar frá, at MasterCard Debit, Netbankin og gjaldskort kunnu ikki nýtast sunnunáttina 16. desember í tíðarskeiðnum 01.00 - 05.00.
Vegna dagføringar hjá SDC er ikki atgongd til on-line skipanir í hesum tíðarskeiðnum, og kunnu MasterCard Debit kort tí ikki nýtast. Tað sama er galdandi fyri sjálvtøkurnar og Netbankan.
Vanliga er tað náttina til 2. sunnudag í mánaðinum, at SDC fremur hesar dagføringar, men hesa ferð er frávik í mannagongdini.