Gjaldstovan setir fólk umvegis Keypsportalin

Tað sigur Kristina Háfoss, sum hevur sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein fyrispurning um almenna keypsportalin.

Tað sigur Kristina Háfoss, sum hevur sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein fyrispurning um almenna keypsportalin.


– Í løtuni verður keypsportalurin hartil nýttur til, at útbjóða eitt starv sum verkætlanarleiðari. Tann, ið vinnur útboðið skal gera eina strategi fyri talgilding av tænastum hjá tí almenna. Ljóðar at vera eitt sera týðandi starv.

 

Tað sigur Kristina Háfoss í viðmerkingum til fyrispurnignin. Og hon heldur fram:

 

– Undir upplýsingunum um, hvussu ætlanin er at velja millum tey, ið bjóða seg fram er upplýst, at í vektingini kemur tímakostnaðurin at telja 50%, meðan førleikar, útbúgving og royndir telja 50%. Tvs. at hetta almenna starvið verður boðið út, og tann, ið kann bjóða seg fram til lægstu løn – umframt at hava rættar førleikar, útbúgving og royndir – fær starvið. Um hetta verður ein leistur, ið almennir stovnar og stjórnarráð fara at nýta framyvir, kann hetta væntandi undirgrava vunnin lønarrættindi og sáttmálasamráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hartil er hetta neyvan í tráð við almenna setanarpolitikkin, ið m.a. ásetir, at: “Størv skulu flokkast, áðrenn tey verða lýst leys. Um hetta av eini hvørjari orsøk ikki ber til at gera endaliga, áðrenn starvið verður lýst leyst, skal ein vegleiðandi flokking verða ásett.”

 

Kristina Háfoss vísir á, at almenni keypsportalurin varð settur í verki í 2013. Á keypsportalinum verður lýst við almennum útbjóðingum, tá almennir stovnar og stjórnarráð skulu keypa vørur ella tænastur fyri meira enn 800.000 kr. uttan mvg. Keyp av vørum og tænastum fyri minni upphædd, kunnu eisini lýsast á keypsportalinum.

 

Nakrir stovnar og nøkur stjórnarráð hava útbjóðað keyp á portalinum, men tað eru ikki øll almenn keyp av vørum og tænastum omanfyri 800.000 kr., ið eru boðin út á keypsportalinum. Ímillum tær uppgávur, ið ikki eru útbodnar, eru eisini nakrar rættiliga stórar.

 

Í viðmerking til fyrispuringin vísir hon annars á, at almennir stovnar og stjórnarráð eru týðandi partar av føroyska samfelagnum. Tað er tí gott at innkeyp hjá hesum nú kunnu skipast umvegis almennan keypsportal. Hetta gevur betur gjøgnumskygni í mun til hvørji keyp verða útboðin, ger tað vónandi lættari hjá stovnum og stjórnarráðum at útbjóða, og gera tað lættari hjá teimum, ið ynskja at bjóða seg fram at veita eina vøru ella tænastu, at bjóða seg fram á røttum staði. Um henda skipan fæst at virka til fulnar, skuldi hetta gjarna verið ein vinn-vinn støða, bæði fyri tað almenna og vinnulívið.
Enn eru tó als ikki øll almenn keyp, ið liva upp til ásetingarnar um at verða útboðin á keypsportalinum, ið verða útboðin. Samstundis verður okkurt nú útbjóðað, ið spurnartekin kann setast við.

Fyri at fáa lýst málið og royndirnar við almenna keypsportalinum, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum:

 

1.     Er eftirmeting gjørd av almenna keypsportalinum? Um ja, hvør er niðurstøðan?

2.     Hvussu nógvar uppgávur eru útbjóðaðar á keypsportalinum, og av hvørjum, síðan hesin varð tikin í nýtslu?

3.     Hvussu nógvir partar hava, í miðal, bjóðað uppá ymsu keypini av vørum og tænastum, ið eru útboðin?

4.     Hvussu stórur partur av almennum keypi, ið sambært ásetingunum fyri portalin áttu at verið útbjóðað, verður mett ikki eru útboðin á portalinum?

5.     Kennir landsstýrismaðurin til ítøkilig keyp, ið av røttum áttu at verið útbjóðað á portalinum, men ikki vórðu útbjóðað? Um ja, hvørji og hví?

6.     Hví eru arbeiðið at projektera komandi, nýggja landssjúkrahúsbygningin, og arbeiðið at dýpa havnina í Skopun í fjør, ikki boðin út á keypsportalinum?

7.     Metir landsstýrismaðurin, at hetta er samsvarandi almenna setanarpolitikkinum, tá Gjaldstova Føroya nú útbjóðar eitt verkætlanarleiðarastarv á keypsportalinum, har tímataksturin telur 50% í vektingini av hvør fær starvið?

8.     Er ætlanin at almennir stovnar framyvir skulu kunna nýta keypsportalin at bjóða almenn størv fram á líknandi hátt?

9.     Metir landstýrismaðurin ikki, at hetta kann verða við til at undirgrava vunnin lønarrættindi og samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum?