Ferðavinnan í Sandoyar Sýslu skal mennast. Eitt av tiltøkunum, sum skal standa fyri hesi menning, er tónleikafestivalurin, sum hildin verður Heima á Sandi á jóansøku.
Hetta tiltakið skal vera við til at slóða fyri øðrum tiltøkum og at gera oynna og økið sum heild kendari millum ferðafólk. Bæði føroysk og útlendsk, sigug Katrin Petersen, leiðari á Sandoyar Sýslu Kunningarstovu.
Sandoyar Sýslu Ferðalag, sum rekur kunningarstovuna, leggur seg eftir at fáa fleiri fferðafólk í økið, sum umfatar Sandoy, Skúvoy og Dímum. Møguleikarnir eru nógvir, siga tey, og so ræður bert um gagnnýta teir.
Gjar og agn
Ymsir mátar eru til tess, sigur Katrin Peteren, leiðari á kunningarstovuni hjá Sandoyar Sýslu Ferðalag. Eitt nú søguslóðirnar, sum eru við at gerast eitt slag av vørumerki hjá ferðavinnuni á Sandi. Men so er tað tónleikafestivalurin, sum skal virka sum gjar til tess at fáa ferðafólkini at taka tað veruliga agnið, sum ferðavinnan skal vera.
Sandoyar Sýslu Kunningarstova er í samstarvi við Ferðaráð Føroya og Fornminnissavnið farin undir verkætlanina »Søguslóðir«, har sagt verður frá ymsum søgum og sagnum, sum hava tiltknýti til økið.
Ferðafólkini sleppa við ferðaleiðara at síggja hesi økini og hoyra søgurnar samstundis. Storytelling nevna tey tað á fremmandum máli, og tað hevur hepnast væl aðrastaðni, greiðir Katrin Petersen frá.
Katrin Petersen metir eitt einstakt stórt tiltak sum tónleikafestvalin, ið hildin verður á jóansøku, sera týdningarmikið.
?Her hava vit nakað heilt ítøkiligt, sum fólk kunnu uppliva og meta um. Hetta er eitt gott høvi hjá okkum at prógva, at vit klára at lata tað, vit bjóða fram. Og gongur tað væl, og fólk fara av aftur oynni við einum positivum upplivilsi, er tað við til at økja um áhugan fyri økinum, sigur hon.
Søgurnar
Søgurnar eru nógvar í oyggjunum, sum hoyra til Sandoyar Sýslu. Sandoy er høvuðsoyggin. Men Skúvoy og Dímum standa einki aftan fyri nakran annan, tá um føroyska søgu ræður. Og ikki minni vænta tey sær burtur úr teimum útgrevstrum, sum hava veirð og fara at verða eitt nú undir Junkarinsfløtti á Sandi, har líkindi eru til, at kanska ein hin elsta búsetingin í Føroyum yvirhøvur veðru grivin fram í ljósið.
Hetta skal Kunningarstovan duga at gagnnýta, eins og sagnirnar, sum ikki eru so fáar í økinum heldur.
Heima á Sandi er kenda søgnin um Gívrinarhol, har ymiskt er heft at umframt sjálvt holið, gívurin búði í.
Heimanvert Grótvík er Gívrunarspor, har systir at rændu gívruni steig í, eftir at hava lopið um víkina. Og heimari finna vit knúgvarnar í einum steini, hon langaði nevan í, tá hon fekk fatur á hestinum hjá ránsmanninum.
Alt hetta passar, tí prógvini eru har. Bókstaviliga høgd í stein og klettaføst.
Tiltakið, »Søguslóðir«, skal eisini vera við til at leingja um ta annars sera stuttu tíðina, ferðafólk vitja í økinum, sigur Katrin Petersen.
Serliga nevnir hon ein gongutúr fyri børn, sum hon ætlar at fara undir í summar, frá Gívrunarholi til Álvavál við Gróthúsvatn, har søgurnar um hesi støðini verða fortaldar.
Og so eru tað allar hinar søgurnar um Kálv Lítla og alt hansara fólk, eins og eisini aðrir góðir menn og kvinnur á Sandi og Skúgvi, ið hava sett síni søguligu spor, verða purrað út aftur av fróðarfólki í økinum.
Náttúran
Náttúran er sum vera man tað, sum flestu fremmandafólk síggja og uppliva, tá tey vitja hendanveg. Men eisini føroyingar gera alt meira av at ferðast í egnari náttúru. Og tí ætla tey í Sandoyar Sýslu at fáa nakað burturúr. Eitt nú við gongutúrum bæði á degi og nátt, eins og siglitúrar fram við landi eisini verða gjørdir. Serliga eru tað ríku fuglabjørgini í økinum, sum eru lokkandi, hóast ov lítil áhugi higartil hevur verið, heldur kuningarleiðarin.
Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar. Men marknaðarføring er avgjørt ein treyt fyri at fáa ferðafólk til økið. Og kunningarlieðarin ásannar, at hendan kanska hevur ikki verið nóg ágangandi.
Heldur ikki samferðslumøguleikarnir hava verið teir bestu til at fáa fólk at ferðast í økinum. Men nú Teistin ger ein túr seint á kvøldi, væntar kunningarleiðarin, at hetta fer at batna.
?Ikki tí, sigur hon. Hasin túrurin tykist ikki vera gjørdur fyri fremmandafólk, sum ikki hava egnan bil. Fyri okkum og onnur, sum ferðast við egnum bili, er hann fínur. Men fólk, sum skulu líta á buss, fáa ikki tað optimala burtur úr honum, tí bussruturnar eru ikki lagdar so seint, vísir Katrin Petersen á.
Útbúgving
Í ferðavinnuni á Sandi hava tey lagt seg eftir at útbúgva fólk, sum skulu taka sær av teimum frammandafólkum, sum koma til økið, sigur Katrin Petersen.
Eitt nú hava tey í vetur í samráð við Sands Kvøldskúla, Ferðaráðið og Forniminnissavnið umvegis tað sonevnda »Destination Viking« tiltakið havt málskeið í enskum, har eini 12 fólk hava luttikið. Hetta hava bæði verið fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til ferðavinnu so sum bussførarar, fólk sum taka í móti vitjandi, savnsvørðar og onnur, sum bara hava áhuga fyr at duga enskt mál, sum hava luttikið. Og tey halda, at tiltakið eydnaðist væl, sigur Kunningarleiðarin.
?Tað, sum mest er umráðandi, er at hetta, vit bjóða fólki, hevur eitt innihald, sum vit kunnu vera tjent við at lata, og sum fólk við nøgdsemi minnast aftur á. Tí so skulu tey nokk koma aftur til okkurt annað, vit hava at bjóða, sigur Katrin Petersen, kunningarleiðari hjá Sandoyar Sýslu Ferðafelag.