Gjørdi herverk - og meldaði seg sjálvan

Løgreglan hevur eisini tikið fleiri bilførarar fyri mangt og hvat

Í gjár varð herverk framt ímóti Fríðrikskirkjuni á Nesi. Løgreglan sigur, at ein rútur var brotin, men tað merkiliga hendi, at tann, sum breyt rútin ringdi sjálvur til løgregluna at boða frá. Løgreglan sigur, at tann, sum framdi herverkið varð tikin við á støðina og har hevur viðkomandi so sovið í nátt. Viðkomandi fór so av støðini aftur, men skuldsetingin um herverk stendur við.

 

Tíðliga í gjáramorgun rendi ein bilur á ein lyktapela á Hvítenesveg, beint við Mannbrekku. Stoyturin var so harður, at pelin varð lagdur slættur – men løgreglan veit ikki, hvør bilførarin er, tí eingin hevur boðað frá. 

 

Tveir bilførarar fingi bót fyri at tosa í hondhildmari fartelefon og ein bilførari varð tikin, men tað vísti seg, at hann hevði einki koyrikort, tí tað hevði hann mist. Tískil vildi løgreglan hava greiði á, um bilførarin hevði stolið bilin, ella um eigarin gav honum bilin, hóast hann einki koyrikort hevði.

 

Í gjár varð eisini boðað frá, at olja var á vegnum frá runkoyringini og niðan ímóti Norðskálatunlinum. Tað vísti seg at verða evja frá fiski, sum var runnin á vegin og tað varð skolað burtur.

 

Og aftur í gjár fekk ein bilførari klipp í koyrikortið á Glyvursvegi. Har er bara loyvt at koyra 50, men hesin bilførarin koyrdi yvir 71 kilometrar um tíman, og tað kostar eitt klipp, umframt bótina.