Glaðir spælimenn heiðraðir í Gøtu

Nú eru 40 ár síðani fólkakæru Spælimenninir í Hoydølum fóru at spæla og tað skal hátíðarhaldast við eini glaðari fólkaveitslu

Í samband við at Spælimenninir í Hoydølum hátíðarhalda, at tað nú eru 40 ár síðani at bólkurin var stovnaður, verður heiðurs tiltak og glað fólkaveitsla í Gøtu.

 

Tiltakið, sum verður leygarkvøldið, hevur fingið heitið, Várfólk, og tey, sum fara at spæla, verða Spælimenninir í Hoydølum frá 1974 til 1978, Spælimenninir frá 1978 til 2014, Kvonn, Nólsoyar Spælimenn og Alister & co.


Bólkarnir fara eisini at hava nakrar húskonsertir í nøkrum heimun í Syðrugøtu, frá klokkan 20 til 22 og klokkan 22.30 verður konsert, dans og dansurí Tøti

Spælimenninir í Hoydølum var stovnaður á studentaskúlanum í Hoydølum í 1974.

 

- Beinanvegin var eftirspurningur at fáa bólkin at spæla til dans og konsert og næstan hvørt vikuskifti í trý ár varð spælt í Vági, Fuglafirði, Klaksvík, Skálavík, Sørvági, Nólsoy, Vestmanna, Tvøroyri, nógvastaðni í Havn, í Húsavík og á Sandi.

- Spælimenninir gjørdist so við og við til eitt savningarstað, eisini fyri fólkatónleikarar úr øðrum londum.

 

Tónleikarar úr Skottlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og USA hava verið partur av Spælimonnunum í Hoydølum, og fleiri teirra verða eisini við til heiðurstiltakið í Gøtu.

Í 1977 vóru Spælimenninir á fyrsta sinnið á konsertferð uttanlanda, og hava til tann dag í dag, ferðast kring allan heim við teirra frálíka tónleiki.

 

Við at trýsta á pílin í youtube brotinum ovast, er ein smakkiroynd av Spælimonnunum í Hoydølum, her spæla teir Katrinevalsen.