Glasgow fær føroyskar litir

Sum vant ætla føroysku áskoðararnir at gera nógv burturúr

Sosialurin. Glasgow: Ein sjálvsagdur partur av landsliðsferðini er uttan iva føroyski 12. maðurin. Er tað nakar, sum er serliga ímyndin av hesum, so er tað uttan iva Regin Egholm, sum hevur verið formaður hjá føroysku áskoðarunum, síðani felagið varð stovnað.
Og skal metast eftir luttakaratalinum, so er hetta ein av teimum stóru uppgávunum hjá Regini og teimum. Bara við 12. manni eru gott og væl 200 áskoðarar teknaðir, og tá so restin av ferðalagnum verður talt við, verður talan um eina hálva føroyska útisetalegu í Skotlandi.
Longu klokkan fimm mikudagin var sølubásurin riggaður til á Flogvøllinum, og einki er at ivast í, at umsetningurin í hesum verður hampuliga stórur á ferðini, soleiðis at føroysku litirnir kunnu seta sín dám á Glasgow-økið komandi dagarnar.