Glasir fær 113,5 milliónir afturat

Ein meirluti í fíggjarnevndini tekur undir við, at Glasir fær ein eykajáttan á tilsamans 113,5 milliónir. Við tí fer kostanaðurin av Glasi tilsaman at verða 636,5 milliónir, tí galdandi lóggáva sigur, at útreiðslurnar til Glasir skulu í mesta lagið verða 523 milliónir.

 

Við hesi eykajattan veksur uppsæddin sostatt upp til 636,5 milliónir.

 

Av teimum eyka 113,5 milliónum, skulu 87 milliónir nýtast til meirútreiðslur í samband við gerðarættarmálið hjá Landsverki mótvegis TG Verk og tryggingarfelagnum AXA.

 

Um so er, at Landsverk fær viðhald, so skal peningurin rindast aftur til landið.

 

Umframt tær 87 milliónirnar, skulu 26,5 milliónir nýtast til undirvísingaramboð og flagtekjuna, ið skal leggjast á.

 

Fíggjarnevndin býtti seg í ein meirluta og ein minniluta. Meirlutin, Ruth Vang, Helena D. á Neystabø, Bárður Nielsen, Kristin Michelsen, Bill Justinussen og Pauli Petersen, mælir til at at taka undir við uppskotinum.
Minnilutin, Jacob Vestergaard, mælir frá at taka undir við uppskotinum.