VFF Cup kappingin er avgreidd eftir nýggjum leisti hesaferð, har liðini í Betrideildini hava spælt fimm dystir ímóti øðrum liðum í deildini.
Í dag vóru plasseringsdystirnir í kappingini spældir á ovara vølli og á Tórsvølli í Havn. HB vann í finaluni 5-4 á Skála aftaná brotssparkskapping. NSÍ vann 3-1 á EB/Streymi í dystinum um triðja plássið. AB vann 4-3 á KÍ í dystinum um fimta plássið. B36 vann 2-0 á Víkingi í dystinum um sjeynda plássið, og TB vann 2-0 á ÍF í dystinum um níggjunda plássið.
HERber til at síggja úrslit, hálvleiksstøður og málskjúttar í plasseringsdystunum, ið vóru leiktir í dag.
Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum, ið reikar fyri VFF Cup er sera væl nøgdur við júst avgreiddu kappingina. Hann er eisini fegin um áhugan og afturmeldingarnar hann hevur fingið fyri VFF Cup kappingina hesaferð. Frankie heldur, at í mun til, at vit eru í februar var talan um gott fótbóltsstøði í kappingini í dag. Ætlandi verður kappingin skipað eftir sama leisti komandi ár. Enn er ætlanin ikki at byrja uppá kappingini í november ella desember, og tí verður aftur byrjað í januar komandi ár.