Høgni Lisberg hevði frammanundan framførsluni í Reykjavík verið á einari minni konsertferð í Danmark, har hann vitjaði tríggjar bio-hallir, umframt at hann saman við bólki eisini framførdi í donsku sjónvarpssendingini Go’ Morgen Danmark. Tískil var talan um ein bólk í góðari venjing, sum skuldu fylla skógvarnar eftir Eivør, sum fekk salin at kóka. Og júst glaði og melodiski tónleikurin hjá Høgna Lisberg var frálíkur til endamálið.
Væl samansjóvaður bólkur
Afturat sær hevði Høgni sín eftirhondini fasta bólk. Hesin bólkur er mannaður við Brandi Jacobsen á trummum, Jens L Thomsen á bass, Hans Poulsen á tangentum og Allan Tausen á guitar. Bólkurin er væl samansjóvaður og ein fragd at hoyra.
Seinast eg hoyrdi Høgna á palli í Føroyum, var tá hann saman við bólkinum spældi á Summarfestivalinum í Klaksvík. Hetta er fyri meg ein minnilig konsert, sum eg haldi var framúr væleydnað, og tískil høvdu teir nógv at liva upp til.
Við fullari ferð
Tónleikurin Høgni framførdi í Íslandi, var á leið tann sami sum var framførdur seinasta summar, tó við undantaki av tveimum nýggjum løgum, sum vit skulu venda aftur til. Teir løgdu út við lagnum Just Dig, og so koyrdi tað bara við fullari ferð. Seinna útgáva hansara, Morning Dew, myndaði í stóran mun konsertina. Íslendingar tóku væl ímøtu løgum, sum Lela, Learn To Ride On Waves og Morning Dew, ið fleiri kendust við, eftir at Høgni hevur verið spældur í íslendskum útvarpi.
Fangandi nýggj løg
Lagið Desert var eisini væleydnað, og serliga stuttligt var tað, tá allir tónleikararnir trokaðu seg saman fremst á pallinum. Sum nevnt so vóru tvey nýggj løg á skránni. Tað fyrra nevndist Birth Of Stars og tað seinna Been Out Of Town. Hesi bæði nýggju løgini vóru bæði fangandi, og eru partur av tilfari til eina komandi útgávu hjá Høgna, sum væntandi verður farið undir í næstum. Eftir konsertina høvdu Høgni og hansara menn alla grund til at fegnast, og vónandi kann konsertin seta enn meira ferð á hjá teimum í Íslandi.
Trupult at umstilla seg
Gestir, sum lótu úr hondum eina av allar bestu føroysku útgávunum í fjør, fingu uppávuna at enda kvøldið við føroyskum tónleiki. Tónleikurin hjá Gestir er filmiskur og til tíðir dapur, og als ikki í ætt við tónleikin hjá Høgna. Hetta gjørdi kanska, at fólk, sum vóru peppaði eftir framførsluna hjá Høgna, høvdu eitt sindur trupult at umstilla seg til meira krevjandi tónarnar frá Gestir. Eg freistist at halda, at Gestir høvdu komið meira til sín rætt fyrr um kvøldið.
Tónleikurin talaði
Framførslan hjá Gestir var kortini góð. Teir høvdu styrkt um manningina við tveimum strúkarum, og hetta stuðlaði óføra væl undir tónleikin hjá teimum. Ljóðmyndin var væl útfylt. Løgini, teir framførdu, vóru tey vit kenna frá útgávuni Burtur frá toftunum. Persónliga dámdi mær best løgini, Mitt í verðini og Úr undirgrundini. Gestir eru ikki teir sum samskifta mest við lurtararan, sum tangentleikarin Knút eisini gjørdi vart við. Hetta gevur stundum lurtaranum eina kenslu at vera sleptir uppá fjall. Mær hevði dámt væl, um teir gjørdu eitt sindur meira við samskiftið, men møguliga vilja teir heldur lata tónleikin tala.
Stórir møguleikar
Gestir vóru eitt sindur óhepnir við ljóðinum orsaka av væntandi ljóðroynd. Úrslitið var, at trupulleikar vóru við feedback í støðum, og hetta var órógvandi fyri áhoyrararnar. Limirnir í Gestir hava ikki spælt nógv saman, tað sum er farið av hesum árinum. Ein trupulleiki er, at teir eru búsitandi í fleiri londum, og hetta avmarkar møguleikarnar hjá teimum at venja saman. Men nú, bólkurin hevur fingið umboðssáttmála, er hugsandi, at oftari verður boð eftir teimum. Gestir er ein bólkur við stórum møguleikum. Um teir tora burturav at brúka tíð uppá tónleikin, ivist eg ikki í at teir kunnu náa langt. Takk fyri løtuna!