Tepra tapið hjá íslendingum ímóti Hvítarusslandi fyrradagin, tá teir taptu 38-39 gjørdist sera dýrt. Í kvøld taptu íslendingar 37-28 ímóti einum sterkum kroatiskum liði. Longu í fyrra hálvleiki var galið hjá íslendingum. Tá liðini fóru til steðgin var greitt tap í hendi, tá vóru kroatar á odda 19-10, og tann munin hildu kroatar allan seinna hálvleik.
Tapið merkir, at Ísland endar aftast í bólkinum, og er úti av EM-kappingini. Hvítarussland fylgir Kroatia og Noreg í millumspælið, tí teir eru betri innanhýsis enn Ísland.
Arnór Þór Gunnarsson og Guðjón Valur Sigurðsson skutu seks mál í part fyri Ísland. Toppskjútti hjá Kroatia gjørdist Marino Maric við níggju málum.
Í Noreg er stórur hondbóltsfagnaður. Noreg vann 29-27 á Hvítarusslandi. Hvítarussland var á odda 13-12 í steðginum. Christian O´Sullivan og Kristian Bjørnsen gjørdust toppskjúttar hjá Noreg við fimm málum í part. Siarhei Rutenka gjørdist toppskjútti hjá Hvítarusslandi við níggju málum.
Norsku hondbóltsmennirnir hava í meir enn fjórðingsøld liva í skugganum av ótrúliga stinna kvinnulandsliðnum hjá Noregi, men nú hava tey í Noregi fyribils nakað at gleða seg um á manssíðuni. Noreg tekur fýra stig við sær í millumumfarið, Kroatia tekur tvey stig við sær, meðan Hvítarussland einki stig tekur við sær í millumumfarið. Vunnin stig ímóti Íslandi fella burtur.
Endaliga støðan í bólki B :
1 | Noreg | 3 | 2 | 0 | 1 | 88:84 | 4 |
2 | Kroatia | 3 | 1 | 0 | 1 | 95:83 | 4 |
3 | Hvítarussland | 3 | 1 | 0 | 2 | 87:94 | 2 |
4 | Ísland | 3 | 1 | 0 | 1 | 92:101 | 2 |