Glenn keypt plátuverkstaðið hjá P/F Wenzel

Glenn Perdomu, sum eigur og rekur Sp/f Plátuverkstaðin á Hálsi í Havn, keypti 1. desember plátuverkstaðin hjá P/F Wenzel. Plátuverkstaðið verður nú góðkent sum Ford-plátuverkstað


lenn Perdomu yvirtók plátuverkstaðin hjá P/F Wenzel við Marknagilsvegin, tann 1. desember. Verkstaðurin verður í hesum sambandi fluttur til Falkavegin, har Sp/f Plátuverkstaðurin heldur til.
 
Tað var 1. september 2005 at Glenn Perdomo læt upp ein plátu- og lakkeringsverkstað á Hálsi í Havn undir navninum Sp/f Plátuverkstaðurin.
Fyrstu tíðina hevði hann samstarvsavtalu við P/F Meinhardt Arge. Tá so Reyni Service yvirtók P/F Meinhardt Arge, fall tann avtalan burtur, tí teir hava sín egna plátuverkstað.
 
Glenn Perdomo sigur, at hann við keypinum av plátuverkstaðnum hjá P/F Wenzel  hevur eitt gott grundarlag at byggja sína fyritøku á. Plátuverkstaðurin verður nú alment góðkendur Ford-plátuverkstaður, og vit ynskja Ford kundunum vælkomnum.
Fyritøkan ger annars alt upprættingar- og lakkeringsarbeiði bæði fyri privatfólk og fyri tryggingarfeløgini.
 
Jógvan Højgaard og Oddmar Ørvarodd, stjórar hjá P/f Wenzel, siga, at teir við hesum vilja tryggja Ford-kundunum eina góða og trygga tænastu í framtíðini. Ford kundarnir kunnu trygt venda sær til  Sp/f Plátuverkstaðin við Falkavegin á telefon 321778.