Nevndin í Globe Tracker. Frá vinstru, Fróði Magnussen, Joel undir Leitinum (nevndarformaður) og Símin Pauli Sivertsen.

Globe Tracker er Ársins íverkseti 2022

Globe Tracker, við føroyskum eigarum á odda, bleiv fyri løtu síðan kosin Ársins íverkseti 2022.

 

Nevndin í Globe Tracker. Frá vinstru, Fróði Magnussen, Joel undir Leitinum (nevndarformaður) og Símin Pauli Sivertsen.

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð seinnapartin hildin á Føroya Tele. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

 

Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

 

- Eg eri sera errin av, at okkara ótrúliga dugnaliga toymi hevur megnað at gjørt eitt hugskot til veruleika – til eina altjóða fyritøku, ið er førandi á hesum marknaðinum. Í dag brúka 15 bingjuflutningsfeløg og fleiri enn 60 kundar okkara tøkni. Afturat hesum brúka tríggir út av fýra bingjuframleiðarum eisini okkara loysn.

 

Tað sigur Rich Meyers, stjóri hjá Globe Tracker.

 

- Sjálvt um vit hava kollvelt ein heilan marknað, so er hetta bert byrjanin hjá Globe Tracker, legði hann afturat.

 

- Vit eru sera errin av at fáa hendan heiðurin, og errin av okkara føroyska uppruna, ið hevur breitt seg til Evropa, Amerika og Asia. Vónandi kann leisturin, ið Globe Tracker hevur brúkt, vera ein fyrimynd fyri aðrar fyritøkur, um hvussu ríka tøkniliga tilfeingi í Føroyum kann verða gagnnýtt, eisini í altjóða høpi. 

 

Tað sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker.

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, handaði Granan til Ársins íverkseta 2022. Gestarøðari í ár var ein av fremstu donsku films- og filmsframleiðarum, sjónleikari og handritahøvundur, Peter Aalbæk Jensen.

 

Globe Tracker ApS framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Felagið varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida í USA.

 

Felagið hevur eisini virksemi í Hálandi, Íslandi, Týsklandi, Singapore og Kanada.

 

Høvuðspartaeigarar eru Spf Framherji, Tryggingarfelagið Lív, Norðoya Íløgufelag og P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið. Í Globe Tracker starvast 47 fólk, harav 19 í Føroyum.

 

 

 

Nevndin í Globe Tracker. Frá vinstru, Fróði Magnussen, Joel undir Leitinum (nevndarformaður) og Símin Pauli Sivertsen.