Globe Tracker hevur víst stórt áræði og dirvi

Tað var landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, sum kunngjørdi, at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Globe Tracker til Ársins Íverkseta.

Fyri løtu síðan kunngjørdu vit á In.fo, at fyritøkan Globe Tracker er kosin Ársins Íverkseti 2022. Hetta hendi á Ársins Íverksetaradegi, sum seinnapartin varð hildin í Klingruni hjá Føroya Tele.

 

Tað er Íverksetarahúsið, sum er fyriskipari, og fitt av fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, kunngjørdi, at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Globe Tracker til Ársins Íverkseta.

 

Við høvið segði landsstýrismaðurin millum annað soleiðis:

 

- Globe Tracker hevur víst stórt áræði og dirvi við at hugsa globalt frá fyrsta degi. Felagið hevur havt stóran vøkstur seinastu árini og er í løtuni globalur marknaðarleiðari í loysnum fyri supply chain visibility (sjónligheit), serliga innan "cold chain" økið, sum er køli- og frystibingjur.

 

Globe Tracker hevur í dag væl omanfyri 100.000 loysnir installeraðar á bingjum um allan heim, og hetta tal væntast at fleirifaldast komandi árini.

 

Dómsnevndin sær sera stórt potentiali í fyritøkuni, og um fíggjarligu gongdina kann sigast, at umsetningurin er vaksin skjótt. Globe Tracker er ein fyrimynd hjá føroyskum íverksetarum og fyritøkum og gevur teimum íblástur og mót upp á at hugsa stórt.

 

Peter Aalbæk Jensen sum er kendur danskur filmsframleiðari, var høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi, har temaði í ár var filmsvinnan.

 

Harumframt hugleiddu týðandi persónar innan føroysku filmsvinnuna, Tina Wagner, leiðari í Filmshúsinum, Jón Hammer, filmsframleiðari og kendur fyri sín leiklut í m.a TROM, James Bond og altjóða filmsverkætlanini, sum er ávegis, Peter Pan.

 

Eldhugaði filmsframleiðarin, Pætur Marjunarson Dahl, hugleiddi um, hvørt føroyskur filmur fær nakran ágóða av øllum áhuganum og altjóða verkætlanunum, sum vit hava sæð í Føroyum seinastu árini.

 

Íverksetarahúsið nýtir eisini høvi at ynskja Globe Tracker hjartaliga tillukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2022.