Gloymdu javnstøðuna í ráðnum fyri javnstøðu

Í Almanna- og mentamálaráðnum hava tey gloymt, at Sirið Stenberg ikki longur er landsstýrismaður

Á ólavsøku varð tingskipanin broytt soleiðis, at kvinnur í politikki kunnu nevnast kvinnur.

Tað vil siga, at nú kann Sirið Stenberg til dømis kalla seg landsstýriskvinna. Men tað hava tey í Almanna- og mentamálaráðnum so ikki gjørt í sambandi við uppskotið um at seta úr gildi løgtingslóg um biografar, sum løgtingið fer at viðgera á fundi klokkan 11 í morgin. 

Tí undir lógaruppskotinum stendur »Sirið Stenberg, landsstýrisamaður« og ikki »landsstýriskvinna«.

Ikki tí, hon kann kalla seg landsstýrismaður, um hon heldur vil tað. Sambært grein 85 a í tingskipanini stendur, at »tá tað í hesari Tingskipan stendur: landsstýrisfólk, kann almenna starvsheitið eisini vera landsstýrismaður ella landsstýriskvinna«.

Vit hava spurt landsstýriskvinnuna í javnstøðumálum, um hon er so konservativ, at hon heldur vil halda fast við ta gomlu patriakalsku skipanina, har tað í øllum týdningarmiklum størvum verður sagt »maður«, tá »fólk verða umrødd«. Men soleiðis er ikki.

– Nei hatta er ein feilur. Eyðun (aðalstjórin Eyðun Mohr Hansen, red.) hevur sagt við meg, at tey hava gjørt hatta mistakið, sum sjálvandi skal rættast, sigur Sirið Stenberg, sum heldur tað vera serliga komiskt, tá hon jú er landsstýriskvinna í javnstøðumálum.

 

##med2##