Eftir GLS-ráðstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum 22. og 23. oktober í fjør, hevur GLS nevndin havt eftirmetingarfund. Luttakararnir vóru sum heild sera væl nøgdir við Global Leadership Summit-ráðstevnuna. Nakrar viðmerkingar vóru eisini, hvat kundi verið betri, og hetta ynskir nevndin at betra, tá ið nýggj ráðstevna skal fyrireikast til 21. og 22. oktober 2011.
Nevndin fyri GLS er eisini nakað broytt. Tríggir av nevndarlimunum eru farnir frá eftir ráðstevnuna. Millum annað fór formaðurin, Heðin Poulsen, frá. Hann hevur verið í nevndini síðani GLS byrjaði í Føroyum. Eisini eru Bergur D. Joensen og Jákup N. Olsen farnir frá.
Nýggir limir eru valdir inn fyri teir, ið eru farnir út. Teir nýggju limirnir eru: Derhard Jógvansson, Óli Wolles og Henry Olsen.
Nevndin er nú skipað av nýggjum. Rúni Rasmussen er nýggjur formaður, Frants Jensen næstformaður, Olga Magnussen heldur fram sum skrivari og Kristian Østergaard heldur fram sum kassameistari. Hinir nevndarlimirnir eru: Mai L. Simonsen, Tummas Jacobsen, Niclas Davidsen, Derhard Jógvansson, Óli Wolles og Henry Olsen.