Glyvursnes: Sjóvinnustýrið hevur boðsent donsku skaðanevndini

Sjóvinnustýrið hevur heitt á Den Maritime Havarikommission DMAIB um at kanna vanlukkuna á Glyvursnesi í gjár

Sjóvinnustýrið fekk boð um vanlukkuna hóskvøldið kl. 22.12 og sendi beinanvegin fólk á staðið. Tosað varð við skiparan, sum kunnaði um, at ein maður var deyður, og tveir høvdu fingið skaða.

 

Tað skrivar Sjóvinnustýrið á heimasíðuni.

 

– Boð vórðu síðani send eftir donsku skaðanevndini, DMAIB, sum skal kanna, hví vanlukkan hendi. Kanningararbeiðið byrjar í dag.

 

Sjóvinnustýrið boðaði á sama hátt danska Søfartsstyrelsen frá, sum eisini fór á staðið beinanvegin. Bæði Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen hava fyribils afturhildið skipið.

 

– Leikluturin hjá Sjóvinnustýrinum í støðum sum hesari er m.a. at tryggja, at einki brot er farið fram. Tí er vanlig mannagongd at geva løgregluni boð um at kanna málið. Tað er eisini gjørt í hesum føri, hóast eingin ábending er um nakað óregluligt. Danska løgreglan er umborð á Glyvursnesi í løtuni, skrivar Sjóvinnustýrið.