- Longu í kvøld er góður stemningur í bygdini - næstan sum á ovastevnu, og í løtuni verður pallurin settur upp.
Soleiðis verður skrivað á Facebooksíðuni, Nólsoy - Nú & Tá. Myndirnar, sum vit hava viðheft henda greinastubba, eru av somu síðu.
Myndirnar eru lagdar út í kvøld.
Her fært tú eina ávísa hóming av, hvussu gongur við uppsetingini á økinum, har GNÍST fer av bakkastokki tíðliga seinnapartin í morgin.
Skráin fyri tiltakið í Nólsoy byrjar klokkan 13, tá Maggies letur upp og fyrsti bólkurin, sum fer á pall, verða Spælimenninir í Nólsoy, sum byrja at spæla klokkan 14.30.
Klokkan 15 verður høvi at keypa føroyskan búff við rómaeplum, og tá eru tað Kokk & Klavn - Nicolaj Falch og Beinir Poulsen - sum skipa fyri.
Stutt eftir, at høvi verður at keypa búff, fara Kim Hansen og Maria R. á Heygum á pallin, og klokkan 16 verður tað Herborg Torkilsdóttir.
Anfinn Nielsen fer á pallin klokkan 16.45, og trý korter seinni verður tað bólkurin, sum rópar seg HEBBBH, sum eru Brian Hansen & Bjarni Hansen saman við øðrum.
##med2##
Nú eru tríggir solistar eftir at fara á pall, og fyrstur av teimum verður Jóan Jakku Guttesen, sum spælir klokkan 18.15 og Terji Rasmussen klokkan 19.
Sambært skránni verður tað Eyðun Nolsøe, sum sleppur at enda konserttiltakið í Nólsoy, og hann fer á pallin klokkan 20.
- Vit hava eitt húsaorkestur, sum spælir undir hjá nøkrum av solistunum, og síðan hava aðrir tónleikarar sítt egna orkestur, sigur Brian Hansen í Nólsoy.
##med3##