Í gjárkvøldið møttu um 40 fólk upp til Vinnufundin í Spaniastovu og nakað tað sama til fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um kvinnur í landspolitikki, sum tíðindakvinnan, Beinta Løwe helt.
Seks áhugaverdar íverksetarafyritøkur, sum arbeiða út frá Hugskotinum í Tórshavn, vóru bjóðaðar norður til Klaksvík at leggja sínar verkætlanir fram á tí fyrsta almenna vinnukvøldinum í Spaniastovu í 2019.
Skráin var henda:
Tummas Lervig, formanninum í Vinnu- og Havnarnevndini í Klaksvíkar býráði setti kvøldið - Sóley Heradóttir, Hugskotið, greiddi frá teirra virksemi - Sverre Nolsøe, SafeFriend - Brian Bischoff, Techcare - Torben Voss Nielsen, Combine-It - Sigrún Jónsveinsdóttir, stjóri Íverksetarahúsið, greiddi frá teirra virksemi - Tummas við Skipá, Tosa - David Isaksen, A4.
Íverksetararnir løgdu fram síni hugskot og greiddu frá, hvørjar møguleikar verkætlanir teirra kunnu geva.
Tey, ið greiddu frá vóru TechCare - Fyritøkan mennir fyri tað mesta software, men eisini tilhoyrandi hardware produktir. Fyritøkan hevur í dag 10 fólk í starvi, harav tey fimm eru lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
SafeFriend. Hendan verkætlanin byrjaði sum eitt hugskot á Startup Sandoy í 2013 og er síðani ment til eitt ítøkiligt produkt.
Wiredrelations, sum leggur seg eftir at gera implementeringina av persónsdataskipanini (GDPR) so einfelda, bíliga og brúkaravinarliga sum møguligt.
A4 er ein veitari til føroyskt vinnulív, sum hevur lyft logistikkin upp við at redusera innkeypið hjá eini fyritøku til sjálvan ordran.
Combine-IT byrjaði sum ein einstaklinga fyritøka í 2006, ið hevði sítt sæti í Danmark. Fyritøkan er kend fyri at veita KT tænastur, ráðgeving og verkætlanar leiðslu til størri og smærri fyritøkur í Føroyum, Danmark og kring heimin.
Tosa er eitt nýtt telefonfelag, ið er á veg inn á føroyska marknaðin. Tey vilja skapa fjølbroytni og lækka kostnaðin á fartelefon og breiðbandi, ætlar Tosa veruliga at gera um seg og skapa broyting á føroyska telemarknaðinum.
Fundurin varð settur av formanninum í Vinnu- og Havnarnevndini í Klaksvíkar býráði, Tummasi Lervig
Aftan á framløgurnar var hugnalig og leskilig netverkskafé á skránni.
Beinta Løwe á Bókasavninum
Samstundis sum hesin vinnufundurin var í Spaniastovu, helt Beinta Løwe, tíðinda kvinna í Kringvarpinum og rithøvndur fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um kvinnur í landspolitikki. Beinta Løwe hevur fyri stuttum givið út bókina "Kvinnur í landspolitikki - valrætur í eina øld", og tók fyrilesturin støðið í hesi bók.
Beinta helt, at tað hevur gingið í so spakuliga at fáa kvinnur til teir høgu postarnar í politikki, og at tað enn var meira nærliggjandi at menninir sótu í teimum stóru stólunum, sum løgmenn, tingformenn og formenn av øðrum slag í politikki – Hetta hóast tað við seinasta val komu 10 kvinnur inn á ting.
Fyrsta kvinna á tingi var Malla Samuelsen (fødd 11. juli 1909 á Kirkju, deyð 29. november 1997 í Tórshavn). Hon var fyrsta føroyska kvinnan, ið tók sæti á Føroya Løgtingi, tað var sum varafólk í 1964.
Malla vaks upp á Kirkju. Hon var dóttir Susanne Elisabeth Zachariasen (1885-1919) og Petur Pauli Poulsen (1881-1957). Tá Malla var 8 ára gomul, doyði mamma hennara, og tey sjey systkini vuksu upp ymsastaðni hjá familjuni.
Malla vaks upp hjá ommuni og abbanum í móðurætt, abbi hennara var Símun M. Zachariasen, sum var skúlalærari, politikari og skald. Tá ið hon var 16 ára gomul, flutti hon til Havnar, har hon helt hús fyri ein morbróður og ein beiggja sín. Hon búði har í eini tvey ár, og gekk eisini eitt skifti tá á háskúlanum í Havnini. Síðan fór hon til Danmarkar at vera ung genta í húsinum.
Sjálvandi vóru eisini Karin Kjølbro og Jona Henriksen nevndar, sum vórðu valdar á ting í 1978. Eisini Jóngerð Purkhus fyrsta landsstýriskvinna 1985, og Marita Petersen vórðu nevndar – Marita gjørdist fyristi kvinnuligi løgmaður í 1993 og fekk ta ótespuligu uppgávuna at rudda upp eftir fíggjarkreppuna í 1992.
Marita Petersen varð fyrsta kvinnan, ið náddi ovastu rók í føroyskum politikki sum løgmaður 1993. Marita var eisini fyrsta kvinnan, ið vald varð til løgtingsformann í 1994.
Bókasavnið bjóðaði til ein góðan drekkamunn við góðum prátið eftir framløguna – Hugnaligt var eisini at landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen og Elsebeth Mercedes Gunneygsdóttur, løgtingskvinna, sum vóru við á fundinum, kundu siga frá ymsum søgun úr tinginum – og við einum góðum skálkasmíli – greiddu frá, at kvinnurnar á tingi til tíðir kundu hava avbjóðingar, bert tí tær vóru kvinnur.