Góð úrslit í NM kapping í judo

Norðurlanda Meistarakappingin í judo, sum varð hildin í Sundsvall í Svøríki um vikuskiftið, var upp á nógvar mátar ein succes fyri føroyskt judo.

 

Tann týdningarmesta succesin var, at vit høvdu eitt stórt lið av ungdómsleikarum. Ikki færri enn 5, sum vístu sera nógv í øllum sínum dystum. Sjálvt um tey hava nógv at læra, eru tað eisini nógv gott at arbeiða við framyvir. Vit halda framvegis, at Denis bleiv snýttur fyri møgulleikan at koma í bronsudystin, eftir ein dyst, har ein svenskur dómari gjørdi 3 stórar feildømingar í tey 60 sekundini, dysturin vardi. Denis bleiv alment nr. 9 í vektbólkinum -60 kg. hjá U18, og kundi havt klárað seg betri.

 

Kjartan, Josefina, Fríða og Hanus kláraðu seg eisini rættiliga væl í sínum dystum, og við rættari venjing hava tey møgulleika at koma langt.

 

Teir gomlu klára seg væl

 

Tað er ómøguligt at fara til eina norðurlendska kapping, uttan at rokna við heiðursmerkjum til teir føroysku veteranarnar. Hetta vikuskiftið var onki undantak.

 

Tann minsti av teimum mátti berjast rættiliga hart fyri plássið á heiðursskamlinum. Jógvan Páll Kristainsen hevði 4 sera truplar mótstøðumenn í vektbólkinum -73 kg. Tað endaði við einum silvurmerki í einum bólki, har hann saktans kundi enda uttan heiðursmerki orsaka av styrkini hjá leikarunum. Ein sera væl fortjent silvurmedalja aftan fyri ein finna, sum bara var betri hendan dagin.

 

##med2##

 

Búgvi Poulsen, -81 kg., má vera ein av teimum mest vinnandi veteranunum í Norðanlondum, um ikki tann mest vinnandi. Og NM í Svøríki hetta vikuskiftið var onki undantak, tá talan er um at síggja Búgva á sigursskamlinum. Við 4 knúsandi sigrum kundi føroyska judolegendan aftur fáa gullmerkið hongt um hálsin, eftir m.a. at hava vunnið á mótstøðumanninum frá EM-finaluni í 2023, svenska Peter Wesenberg.

 

Seinasta veteranfinalan hendan dagin var tann hjá Petur Sigurð Johannesen. Ikki bara var tað seinasti veterandysturin hendan dagin, hann endaði eisini við einum av teimum vakrastu køstunum í veteranbólkinum, og Petur Sigurð kundi fáa gullmerkið hongt um hálsin sum Norðurlendskur meistari í vektbólkinum -100 kg.

 

Vit eiga – og fara eisini – at stuðla teimum ungu leikarunum við góðari og rættari venjing og luttøku í teimum røttu kappingunum, tí tey ungu hava eina fantastiska tilgongd til judo, og tey kunnu koma langt.

 

Umframt leikararnar, so høvdu vit tveir dómarar við til kappingina, tað vóru Andrias Sumberg og Jóan Petur Petersen.