Føroyingaliðið, Kristiansand tapti í dag tepurt 27-29 fyri Elverum í heimadysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Kristiansand avrikaði sera illa í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Elverum greitt á odda 16-9.
Kristiansand vóru hamskiftir í seinna hálvleiki, og tá 42 minuttir vóru farnir javnaði Kristiansand til støðuna 20-20. Løtu seinni var Kristiansand á odda 24-21, men so koppaði dysturin aftur. Elverum kom upp á javnleik 25-25, og seinastu løtuna vóru teir kaldari og fóru við øllum.
Tann vánaligi fyrri hálvleikurin gjørdist dýrur hjá Kristiansand í samlaða roknskapinum.
Helgi H. Hoydal skoraði fýra mál, og Pauli Mittún skoraði tvey mál fyri Kristiansand í dag.
Kristiansand er nummar seks í deildini við 10 stigum. Kolstad er fremst við fullum stigatali, 20 stigum fyri 10 dystir.
30. november spælir Kristiansand móti Kolstad á útivølli, og tá fáa Helgi, Pauli og liðfelagarnir seg royndar.