G! hevur í tíðindaskrivi í dag boða frá, at Sister Sledge vitjað festivalin í ár.
Leygarkvøldið 19. juli er pallurin settur til helst størstu diskoveitslu nakrantíð í Føroyum, tá ið diskodrotningarnar Sister Sledge framføra heimshitt sum “We Are Family”, “Lost In Music”, “He’s The Greatest Dancer” og øll hini hittini, ið gjørdu Sister Sledge til eitt tað størsta navnið í diskotónleiki, yvirhøvur.
Systrarnar Sledge hava gjøgnum árini vunnið útivið 100 heiðurslønir fyri sín tónleik og framførslur, og hava øll árini verið virknar og hava givið tilsamans 10 útgávur út. Í løtuni arbeiða systrarnar við eini nýggjari útgávu.