Gomlu bløðini á netið næsta ár

Verkætlanin um at talgilda gomlu føroysku dagbløðini er útsett, tí Ríkisbókasavnið gjørdi eitt mistak í útbjóðingini

Eftir upprunaligu ætlanini skuldi arbeiðið við at talgilda gomlu bløðini verið farið í gongd. Løgtingið hevði játtað neyðuga peningin, og Ríkisbókasavnið var eisini klárt at fara í gongd.
- Knappliga komu boð úr Danmark, at eitt mistak var gjørt í sambandi við útbjóðingina av arbeiðinum, sigur Erhard Jacobsen, landsbókavørður.
Av tí sama fall játtanin til verkætlanina burtur, men søkt er longu um nýggja játtan. Løgtingið játtaði 800.000 krónur, sum arbeiðið er mett at kosta.
Verkætlanin er, at tey gomlu bløðini í staðin fyri at vera varðveitt bara á mikrofilmum nú skulu talgildast, so tey kunnu lesast á telduni.
Føroysku bløðini eru partur av eini størri verkætlan hjá Ríkisbókasavninum at talgilda bløð.
Ríkisbókasavnið hevur øll negativini.

Serligt arbeiði
Ikki er greitt, hvar arbeiðið fer at verða gjørt, í Danmark ella aðrastaðni. Tað eru bara stórar fyritøkur, sum megna hesa uppgávuna.
Føroysku bløðini, sum liggja á mikrofilmi, og sum skulu talgildast, eru frá teimum fyrstu og heilt upp til 1999. Av praktiskum orsøkum verður ikki farið longur fram í tíðini.
Erhard Jacobsen væntar, at arbeiðið byrjar seinast í hesum árinum ella fyrst í 2014, og tað fer bara at taka nakrar mánaðir.

Frambrot
Tað verður eitt veruligt frambrot at fáa talgilt gomlu bløðini. Tey, sum leita eftir onkrum í gomlu bløðunum, mugu fara á bókasavnið og har sita og spola filmarnar ígjøgnum. Tað er bæði tíðarkrevjandi og strævið, ikki minst fyri eyguni.
Tá ið bløðini verða talgild, kunnu fólk lesa bløðini á telduni heima. Tað vil siga, at almenningurin fær betri atgongd til bløðini. Tað fer at bera til at leita í teksti, finna útav hendingum ein ávísan dag, lesa um eina bygd, ein persón og so víðari.
- Tað verða ótrúliga nógvir møguleikar, sigur Erhard Jacobsen.