Finnur Johansen
Eg var barn í Vági í tríatiárunum. Foreldur míni vóru bæði lærarar har suðuri. Har vaks eg upp, gekk í skúla, og har stóð eg í læru, áðrenn eg fór burtur. Tá eg var barn gingu vit mangan túrar sunnudagar tá veðrið var gott. Pápi mín var í sóknarstýrinum, sum tað tá æt, ella býráðnum, sum tað nú eitur, og var áhugaður í bygdini og menningini av samfelagnum. Foreldur míni høvdu sum fá innlit í samfelagið og samfelagsviðurskiftini, og setti so avgjørt eisini dám á menningina.
Ofta varð farið niðan um bygdina, niðan um garðarnar, og vit gingu vestur eftir, vestur í Hvannadal, vestur í Gjógvará og vestur á Eið, ella vit gingið heilt út á Nes.
Á hesum gongutúrum søgdu tey mær frá bygdini, hvørjir býlingarnir vóru, og hvør búði har, tey søgdu frá mentunarlívinum og vinnulívinum og ikki minst frá skipunum, ið lógu á fjørðinum um veturin.
Tað gjørdi, at eg millum annað, áðrenn eg fór í skúla, fyri seinna heimsbardaga, kendi hvørt skip á fjørðinum. Eg visti hvar tey lógu fyri teym, hvussu tey itu, hvat nummar tey høvdu, hvussu vorðin tey vóru, hvussu vorðnir mastratopparnir vóru og um stýrihúsið var framman fyri ella aftan fyri mesanin og onnur eyðkenni við skipunum.
Sum størsta bygd í Suðuroynni við fólkaríkasta fjørð í oynni hevur Vágur altíð havt stóran týdning fyri Suðuroynna.
Í mínari tíð sum barn, tað er í tríatiárunum, vóru fleiri enn 30 skip á Vágsfjørði, og eg havi nú, útvið sjeyti ár seinni, roynt at minna meg á hvar skipini lógu, hvussu tey itu, og á eyðkenni teirra.
Mær er sagt frá nógvum øðrum skipum í Vági og nógvum hendingum, men eg sigi bara frá teimum skipum í Vági, ið eg minnist sum barn.
Eyðkenni
Skipini høvdu síni eyðkenni, flestu sluppurnar vóru svartar og vóru hvítbotnaðar, tær høvdu hvítar svínaryggir, hvítar mastratoppar og hvíta rond. Summar høvdu olivingrønar, okkurgular ella brúnar mastratoppar, og summar høvdu gula rond. Summar vóru bara svartar og ikki hvítbotnaðar, og summar vóru ljósar, hvítar ella ljósagráar á liti.
Og so var tað stýrihúsið, tað var antin framman fyri ella aftan fyri mesanin. Stýrihús fingu sluppirnar, tá tær fingu motor ísettan. Ofta høvdu sluppurnar fingið eitt ruff oman fyri maskinrúmið, har var kappin niður í maskinuma, og uppi á ruffinum vóru manøvrugreiðirnar, sum motorpassarin tók sær av, meðan skiparin var í stýrihúsinum.
Eg minnist ongan deyðsiglara, skipini fingu motor ísettan seinast í tjúguárunum og fyrst í tríatiárunum, so allar sluppurnar høvdi fingið motor ísettan fyri tað eg minnist.
Tær vóru ymiskar í vakstrarlagi, summar vóru langar og sløkjutar, summar flatar og tungar, og vóru sum vatndruknar fjalar at síggja, meðan tað vóru tær, ið vóru hábarsligar og lættar á vatninum sum svanir.
Leiðir í Vági
Tá eg sigi frá um skipini í Vági, byrji eg við teimum innastu skipunum, tað eru skipini, sum liggja út fyri innaru Oyrunum, og tað er eystast við sunnara landið.
Í Vági verður sagt út eftir og vestur eftir, tá tú ert við norðara landinum, men inn eftir, tá tú fert út við sunnara landinum. Tað eitur inn í Líðina, inn á Oyrarnar, inn í Tórmansá, inn í Langadalar, inn á Núp, inn í Tórshaga, inn í Ónavík, inn á Lopranseiði, inn til Loprara, inn á Leiti og inn á Agrar, men út undir Garðin á Bergi og út á Grønirnar. Tað eru tvinnar Oyrir á sunnara landinum, innaru Oyrarnar, tað eru tær eystaru, haðani grótkastið er, ella uttanvert tað, og heimaru Oyrarna, ið eru millum kraftverkið hjá SEV og Líðargarðin.
Eg royni nú at minna meg á, hvar skipini lógu, hvussu tey itu, og á eyðkenni teirra. Ikki er vist, at eg minnist alt líka væl.
Sumbeam
Innast, út fyri innaru Oyrunum lá Sunbeam hjá Garðamonnunum, og sum hevði nummari TG 358, hetta slúruta skipið við tí langa stýrihúsinum aftan fyri mesanin. Tað var langt millum mastrarnar, og fremri parturin og aftari parturin vóru so ólíkir, at teir kundu verið av hvør sínum skipi. Sunbeam var sum flestu sluppirnar svørt, og hvítbotnað, sum nógvar teirra. Hon hevði hvítar mastratoppar og hvítar svínaryggir. Hóast eg minnist Sunbeam væl, so havi eg ikki so nógv at siga frá henni. Hon varð søkt stutt eftir at eg varð farin at umvæla skip, men eg haldi meg minnast at Martin hjá Jenusi og Eli hjá Mathiasi sigldu við Sunbem í 1940-árunum.
H. M. Stanley
Næstinnasta skipið, tað vil siga vestan fyri Sunbeam, var H. M. Stamley, TG 328, sum Garðamenninir eisini áttu. Henda vakra og snotiliga sluppin, sum vit róptu skipini, ið var uppkallað eftir djarva blaðmanninum, sum fór at leita eftir Livingstone og fann hann í frumskóginum í Afriku. Stanley var svørt og hvítbotnað við hvítum mastratoppum.
Saint Jacques
Síðani lá Saint Jacques, TG 56, hjá Tummasi við Kráir og Óla Horn. Um hon var ein sokalla fransaskonnart, kann verða tjakast um, hon var so fronsk og stór. Hon hevði tvær mastrar, og fyrst eg minnist hevði hon einki stýrihús, men stutt fyri tað at kríggið byrjaði fekk hon stýrihús, sum stóð aftan fyri aftaru mastrina. Saint Jacques var einasta fiskiskip í Vági, eg minnist við ongum stýrihúsi. Hon kom til Føroya í 1930, og tað ljóðaði, at menn vóru ivasamir um hvat var rættast, at seta peningin í revagarðar ella í skip. Saint Jacques var málað hvít, seinni ljósagrá, og hon hevði dimmar mastratoppar.
Harry
Longri vesturi lá Harry TG 651 við stýrihúsinum nakað aftan fyri messanin. Hon var smíðað í Boulogne og líktist, tí vit róptu, eini slupp, men hon var nógv størri. Tað var handilin á Tjørn, ið hevði átt Harry, men tað eg minnist átti Poul Johannes Beder, Pollurin, hana. Harry var svørt við hvítum mastratoppum, og hevði, sum Tjørnaskipini, stjørnu á bógnum. Hon fórst undir seinna heimsbardaga av krígsávum, men manningin varð bjargað, og minnist meg rætt var Petur Hans á Øgrum við Harry.
Regina
Fyri Oyrunum, ella millum tær, tað vóru tvinnar, innaru og heimaru, lá Regina, TG 339, hjá Johan Nolsøe. Hon var, tað ið rópt varð, slupp. Meðan nógvar sluppir vóru hvíttbotnaðar, so var Regina bara svørt og hevði dimmar mastratoppar. Tá hon í 1950 lá fyri teymi á Vágsfjørði, full av fiski, varð hon ásigld og sakk.
Kittiwake
Eystanfyri heimaru Oyrarnar lá Kittiwake, ella Kittan, sum hon vanliga varð rópt, SA 36. Handilin á Tjørn hevði átt Kittina, men eftir at hesin handil var steðgaður í tríatárunum høvdu Janus Nicodemussen og aðrir sandingar keypt skipið. Teir seldu skipið nøkur á eftir kríggið, og í 1952 varð hon vrakað av myndugleikunum, tí hon var í so ringum standi. Kittan var ein svørt, hvíttbotnað slupp við hvítum mastratoppum. Hon hevði stjørnu á bógnum, sum skipini á Tjørn høvdu.
Gracie
Har lá eisini Gracie, TG 630, sum Tummas við Kráir og Óla Horn áttu. Hon var ein svørt, hvítbotnað slup. Undir seinna heimsbardaga, gekk Gracie burtur við mann og nús. Hildið verður ikki at Gracie fórst av krígsávum, men av illveðri. Í februar mánaði 1943, tá Gracie hvarv, var av ringasta veðri, menn vistu um.
Yvonna
Við heimaru Oyrarnar, beint eystan fyri innara Líðargarð, lá Yvonna, TG 699, hjá teimum á Løðhamri. Hon var, tað vit róptu, ein trímastrað skonnart, sum varð smíðað í Fraklandi. Hóast hon bar seg væl, var hábarslig at síggja við trimum mastrum og toppstongum, so tyktist hon heldur klombrut og dróg lítið at sær. Í fyrstini hevði hon einki stýrihús, men seinni fekk hon eitt, ið stóð heilt afturi á hekkuni, og minnist meg rætt eitt kabsshús aftan fyri fremstu mastrina. Yvonna var hvít, seinni ljósagrá við hvítum mastratoppum. Í 1952 varð eg við til at umbyggja Yvonnu. Masturin í miðjuni varð tikin úr, og ein píningur av einum stýrihúsi, við einum lágum ruffi varð sett á dekkið. Um somu tíð varð nýggjur motorur, sum eisini var alt ov lítil, ísettur. Eitt neyðars projekt, bæði so og so.
Maria
Fyri Líðini lá Maria, TG 574. Tummas við Kráir átti hana, og kallaði hana upp eftir fyrru konuni. Maria bar orð fyri at vera vakurt skip, og søga var um, at Tummas, sum var á Føroya Banka við Mariu í 1917, tá skipini vórðu søkt av týskum kavbátum, skal hava sagt, at hon var for pen, tá spurt varð hvussu hann var sloppin undan kavbátunum. Maria var ein svørt og hvítbotnað slupp.
Johanna
Har lá eisini Johanna, TG 326, ið var fyrsta skipið hjá Jákupi Dahl á Gørðunum, og sum hann kallaði upp eftir konuni. Johonnu kenna tey flestu, og tað var einki minni enn eitt bragd, at vágbingar settu sluppina í stand og varveitti hana. Ikki minst gleðist eg um mín lítla lut, sum kanska hevur verið við at gera, at hon er til. Johanna er ein svørt hvítbotnað slupp við hvítum svínaryggjum og hvítum mastratoppum.
Albert Victor
Við vestara landi fram við Líðini lá eisini Albert Victor hjá Garðamonnunum, sum hevði nummari TG 327 og stýrihúsið aftanfyri messanin. Í 1944 varð Albert Victor send eftir City of Norwich, sum var farin á land í Íslandi, og sleipaði hana heim til Vágs. Albert Victor, sum eisini varð umbygd í fimmtiárunum, var ein svørt, hvíttbotnað slupp við hvítum mastratoppum.
Havgásin
Har lá eisini Havgásin, TG 393, hjá Garðamonnunum, hon var svørt og hvítbotnað við hvítum mastratoppum, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Hon var millum annað væl kend fyri royndarferðina í Grønlandi í 1906. Hon var millum tær fyrstu, um ikki tann fyrsta, sluppin í Vági, sum teir fóru at rógva út við. Hetta mundi vera um 1951. Mortan á Báraldarbakka hevði verið í Grønlandi við Havgásini, og teir høvdu fiskað 1200 skippund. Um heystið fekk motorbáturin Leif, sum hann róði við, motorskaða, og hann fór tí eftir Havgásini, men hetta dámdi ikki ommubeiggja hansara, Magnusi á Gørðunum, hann helt hana vera ov stóra til at fara við línu á Munkagrunnið við. Tað høvdu teir gjørt í alt summar í Grønlandi, meinti Mortan, og so varð farið. Tá varð hildið at sluppir vóru ov stórar at rógva út við, men tað vísti seg at bera væl til. Tá fóru hini skipini eisini at rógva út.
Silver Spray
Longri vesturi við sunnara landi lá Silver Spray, TG 772, hjá Diasi á Heyggi. Hon var ólík øðrum skipum á fjørðinum, hon var stálskip og hevði í tríatárunum fingið nýggjan, stóran motor ísettan, og gekk óført, tað var í hvussu er einki av teimum skjótu fiskiskipunum, sum komu til landið eftir kríggið, ið tók hana. Silver Spray var fyrst hvít og seinni ljósablá.
Beinisvørð
Vestari við sunnara landinum, uttan fyri Lýsibrúnna, lá Beinisvørð, TG 546, hjá Garðamonnunum, við stýrihúsinum framman fyri messanin. Beinisvørð, sum var eitt av góðu skipunum í Vági, varð í 1941 søkt av týskum flogfari, tá hon var á veg úr Stóra Bretlandi til Føroya, men manningin varð bjargað. Beinisvørð var svørt og hvítbotnað, hevði hvítar mastratoppar, og stýrihúsið framman fyri mesanin.
Norðfarið
Innarlaga á fjørðinum lá Norðfarið, TG 674. Hetta var trímastrað skonnart, sum Johan hjá Diasi lat smíða í Frederikssund í 1929, og sum hann førdi til 1963. Hon var hvít við hvítum mastratoppum, og stýrihúsið stóð aftan fyri aftastu mastrina. Undir seinna heinsbardaga var Norðfarið umbygt, hon fekk nýggjan motor ísettan, eitt slag av brúgv og riggað við tveimum mastrum, og eftir kríggið fekk hon bátadekk, brúgv og hvalabak.
Marshall
Har vesturi lá eisini W. G. Marshall, TG 752, sum Dias á Heyggi átti, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Marshall var upprunaliga svørt og hvítbotnað við hvítum mastratoppum. Tað eg minnist varð hon mála hvít, og upp aftur seinni blá. Undir krígnum fekk Marshall nýtt og størri stýrihús, og eftir kríggið varð hon umbygd og fekk hvalabak, bátadekk og brúgv.
Mercur
Vestalaga á fjørðinum lá eisini Mercur, TG 614, hjá Garðamonnunum. Hetta var seinni Mercur, ein sokallaður sildabátur, sum var spískur í báðum endum og við stýrihúsi framman fyri mesanin. Tað eg veit hevur Mercur, sum var svartur og hvítbotnaður við hvítum mastratippum, ikki verið til fiskiskap í mínari tíð. Báturin varð brúktur til flutning, og tá tað var grind, var tað fast, at Mercur flutti hvalirnar. Eg havi fleiri ferðir verið við tá Mercur førdi grindina bæði úr Hvalba og av Tvøroyri.
Paulina
Eisini vestalaga á fjørðinum, nærri norðara landinum, lá Paulina, TG 340, hjá Óla Augustinussen. Hetta var eisini ein sokallaður sildabátur, sum var spískur í báðum endum, svartur og hvítbotnaður við dimmum mastratoppum. Ikki var hann stórur, og var hann tí bara til fiskiskap um summari, og tað vóru mest heimamenn, sum vóru við. Farið varð ikki á Suðurlandið, men seinni á árinum, tá váringin var liðug, varð farið á Eysturlandið, og komið varð aftur til hoyggingina. Í 1941 varð Paulina, á veg á bretska marknaðin, ásigld í Pentland Firth og sakk.
City of Norwich
Út fyri bedingini, ella har á leið, lá City of Norwich, TG 330, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Hon var svørt og hvítbotnað við hvítum mastratoppum. Tað eg minnist, og tað er undir krígnum, var Lars Davidsen skipari á City. Lars í Æðuvík, sum hann vanliga varð róptur, giftist til Loprara, men undir krígnum keypti hann húsini hjá Havnar Jørgini og flutti til Vágs. Seinni, tað mundi vera um 1950, keypti hann saman við øðrum Kittina. City mundi vera eitt tað besta skipið Garðamenninir áttu. Tað var tí ikki av ongum at teir í 1944 sendu Albert Victor yvir til Íslands eftir City, sum var farin á land á Djupavogi í einum ódnarveðri. Eftir kríggið fór City til Danmarkar har hon fekk nýggjan, stóran motor ísettan, fekk nýtt stórt stýrihús og riggað av nýggjum.
Wilhelmina
Við norðara landið, eystan fyri kajina og Tjørnabrúgv lá Wilhelmina, TG 28, Trolarin, sum Vágs Trolarafelag átti, hon varð rópt soleiðis, tí hon var fyrsta og leingi einasta skip hjá felagnum. Hon hevði sera høgt hálvdekk. Tá sluppurnar fingu motor ísettan, gjørdust tær ofta so aftursettar, tí motorurin var so tungur. Tí fingu summar hálvdekk, sum vanliga var ein planki til hæddar, men hálvdekkið á Wilhelminu var heilt upp á lúnningina. Hon var svørt við hvítari rond, hvítum svínaryggjum og hvítum mastratoppum. Stýrihúsið stóð uppiá hálvdekkinum framman fyri mesanin.
Carl
Næst, eystan fyri við norðara landið, lá Carl, TG 309, sum Jaspur Hjelm átti, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin. Hetta var ein svørt hvítbotnað slupp við hvítum mastratoppum. Hóast hvørt mannsbein í bygdini kendi sluppina Carl, so minnist eg ikki stórt annað til hennara enn at teir á Løðhamri áttu hana, og so søgurnar, ið sagdar vóru um skilið umborð á Carl. Eg havi eina mynd av Vágbinginum hjá handlinum á Tjørn, og skipið er so meinlíkt Carl. Bæði skipini vóru eisini smíðaði í Aberdeen, vísir tað seg.
Agnes Louisa
Longri eysturi, við norðara landi lá Agnes Louisa, TG 352, og tað vóru Lars í Gjørðum í Porkeri og Jaspur á Løðhamri ið áttu hana. Hon var svørt og hvítbotnað við dimmum mastratoppum. Einaferð eg sum stórur drongur stóð á kaiini, fór Ovi Mikkelsen upp at mála stórmastrina á Agnes Louisu, sum lá inni í kaiini, og minnist meg rætt, málað hann toppin dimman olivingrønan.
Agnes Louisu kendi eg so væl sum nakar annar. Um 1950 vórðu fleiri av sluppunum í Vági umbygdar, tær fingu størri motor, høgt ruff, nýtt og størri stýrihús, egningarskúrar og vórðu riggaðar av nýggjum. Teirra millum vóru, eitt nú Havgásin og Johanna, og tíðliga í fimtiárunum var eg sjálvur við til at umbyggja nøkur skip, og eitt teirra var Agnes Louisa. Vit settu nýggjan motor í hana, gjørdu nýggjar oljutangar, og gjørdu henni nýtt høgt ruff og nýtt stórt stýruhús og egningarskúrar. Harumframt varð hon riggað av nýggjum.
Tað var tá, at hugskotið hjá okkum báðum John Smith um at inniloka skipini kyknaði. Vit fingu eisini báðir virðisløn í eini kapping, sum landsstírið skipaði fyri í 1964. John brúkti hugskotið, tá hann í sextiárunum smíðaði Stapan, Thomas Nygaard og Sundaenni á Vestmanna Skipasmiðju, og sjálvur brúkti eg tað í 1963, tá Leikur, ið var fyrsta línibáturin, sum var innilokaður frá nýggjum, varð gjørdur.
Cheerfull
Úti undir Tippisbakkanum lá eisini Cheerfull, TG 321, sum Garðamenninir áttu. Hetta var ein av teimum sokallaðu sildabátunum, sum var spískur í báðum endum, svartur og hvítbotnaður við hvítum mastratoppum, minnist meg rætt. Cheerfull gekk burtur við mann og mús, tá skipið sprongdist av minu í Skopunarfirði í 1940. Eg minnist ikki nógv um Cheerfull, annað enn at skipið lá undir Tippisbakkanum, men eg minnist væl tá tað frættist at Cheerfull sum fyrsta føroyska skipi var farið av krígsávum.
Polarbjørn
Úti fyri Galtnaroyru lá Polarbjørnin, TG 25, ein hvít trímastrað skonnart við hvítum mastratoppum. Hon hevði stýrihús mitt millum báðar tær aftaru mastrarnar, og eitt kokkhús aftan fyri fremstu mastrina. Hon æt Sjey Systkin fyrstu tíðina hon var í Vági, men eftir at Jaspur Hjelm hevði keypt allar partarnar í skipinum fekk hon navnið Polarbjørn. Allir átta menninir, ið við vóru, vórðu bjargaðir, tá Polarbjørnin á veg úr Íslandi til Bretlands í 1942 millum Ísland og Føroyar varð søkt av týskum flogfari.
Milly
Næsta skipið út fyri Galtnaroyru var Milly, TG 755, sum Jaspur Hjelm á Løðhamri átti, og hon hevði stýrihúsið framman fyri messanin, var hvít og hevði hvítar mastratoppar. Hon var millum tær stóru slupppirnar, snøgg at síggja til, og hon hevði runda hekku. Milly fórst av krígsávum í 1941 við mann og mús á veg úr Aberdeen til Føroya.
Maritana
Longri úti lá Maritana, TG 405, hjá Jaspuri Hjelm á Løðhamri, og hon hevði stýrihúsið framman fyri mesanin. Flestu sluppirnar vóru svartar og hvíttbotnaðar, og tað var Maritana eisini upprunaliga, men eg minnist hana bara, tá hon seinni varð hon hvít ella ljósagrá á liti. Maritana man hava verið eitt av bestu skipunum hjá eigaranum, tí eftir kríggið varð hon nógv umbygd í Danmark. Hon fekk nýggjan stóran motor, hálvdekk, ruff við rúmligum nýggjum stýrihúsi á og riggað av nýggjum.
Silver Linning
Næsta skipið eystur eftir, ið lá fyri teym við norðara landinum, var Silver Linning, ofta rópt Epl í Holið, hjá Alexander Vilhelm, Sandur við Misá. Hon var svørt og hvítbotnað, minnist meg rætt. Silver Linning fór tíðliga í mínari tíð úr Vági norður á Tvøroyri, har hon stóð uppi meginpartin av krígsárunum og varð umbygd til trolara og fekk navnið Vørðan.
Aldan
Um Galtnaroyruleiðina lá eisini Aldan, TG 26, og hevði stýrihúsið aftan fyri mesanin. Hon kom til Vágs tað eg minnist, tað vil siga seinnapartin í tríatiárunum, og æt tá John Brown, og var svørt á liti. Tá Jaspur á Løðhamri keypti hana fekk hon navnið Aldan og varð mála hvít. Aldan hvarv í 1940 á veg av Vági til Aberdeen, ivaleyst av krígsávum. Við Alduni, sum var fyrsta skipið, ið varð burtur undir krígnum, fórust sjey menn.
Elin
Úti fyri Marknoyru, vestan fyri brúgvarnar, lá Ellen hjá Johan Nolsøe, TG 337. Hon varð vanliga rópt Elin, og hevði stýrihúsið framman fyri mesanin. Elin, sum var hvítbotnað og hevði dimmar mastratoppar, var eitt av skipunum, sum varð umbygt í fimmtiárunum. Hon fekk nýggjan motor, ruff við stórum stýrihúsi uppiá og varð riggað av nýggjum.
Heimdalur
Nærri brúgvunum á Marknoyri lá Heimdalur, TG 338, hjá Johan Nolsøe, hetta lítilatna svarta skipið við stýrihúsinum aftan fyri mesanin. Í mínum hugaheimi hvarv Heimdalur skjótt, tí í 1941 fór hon á land í eini ódn á Hornafjørinum í Íslandi, og varð vrak.
Hanna
Eystan fyri brúgvarnar á Marknoyri lá tann lítla skonnartin Hanna, TG 670, hjá Johan og Daniel Jacob Mortensen. Hon var svørt, hevði tvær mastrar og stýrihúsið aftan fyri tað aftaru, sum var stórmasturin. Mastratopparnir vóru hvítir. Tað var umborð á Honnu, at Hans Andreas Djurhuus í 1907 á heimferð úr Danmark til Føroya yrkti sangin, Heysi mesan og stórsegl. Hanna hvørvur eisin tíðliga úr Vági. Í 1940 verður hon seld til Vestmannar.
Onnur skip og bátar
Tað vóru eisini onnur skip í Vági, sum eg minnist, men sum eg ikki havi tikið við her. Har var Kola Jaspur hjá Garðamonnunum og Reyði Bátur hjá teimum á Løðhamri, men teir høvdu ikki maskinarí til framdríving. Teir vóru báðir spískir í báðum endum, av tí slagnum róptir vórðu sildabátar, og vórðu, tað eg veit, ikki brúktir til annað enn lossujaktir. Hvat varð av Kola Jaspuri veit eg ikki, hann var til tá eg fór úr Vági, men Reyði Bátur fór á land á Sandinum undir krígnum í einum ódnarveðri. Rovini av sluppini Snowdrop lógu eisini á Sandinim, tað eg minnist. Inni í Ónavík lógu rovini av sluppimi Victory, eisini rópt Svarta Lisa, hjá Garðamonnunum, og rovini av sildabátinum Balmiral hjá Palla í Tøðuni.
Í Vági vóru eisini nógvir motorbátar, teir sokallu dekksmotorarnir, væl einir fimtan í tali, men teir skulu verða umrøddir seinni, um høvi býðst.
Skip fórust
Krígsárini fórust 9 skip í Vági. Undir seinna kríggi fórust 39 skip í Føroyum, 11 skip fórust úr Suðuroynni, av teimum 9 úr Vági. Av teimum 11 skipunum úr Suðuroynni fórust 4 teirra við mann og mús, og tey vóru øll fýra úr Vági. Við teimum fórust 27 menn, 14 teirra vóru búsitandi í Vági. Umframt hesar fórust einir 7 aðrir menn úr Vági krígsárini. Tað vóru bygdir, ið vóru líka hart raktar.
Skúlin gekk undan
Nú gjørdist henda frásagnin drúgvari enn eg hevði vantið, men til endans vil eg bara skoyta uppí, at tað, at eg kendi hvørt skip á fjørðinum áðrenn eg fór í skúla, var einki serstakt, tað kendu øll. Skúladagurin í Vági byrjaði ofta við at talað varð um hvat bátarnir høvdu avreitt kvøldið fyri, og skipini kendu øll, tað var ein partur av barnalærdóminum, og hetta tók skúlin í sera stórum álvara. Tað gav at bíta, tá ein skúlanæming ein dagin spurdi um okkurt, ið hevði við skipini at gera. Tá svaraði táverandi skúlastjórin Johan Djurhuus, at hatta var ikki nakað hann skuldi spyrju um, hatta skuldi hann vita. Nú steingja tey skúlar, tí tey skulu passa gomul fólk.
MYNDATEKSTURIN
Vetrarmynd av Vági um 1938
Myndin er tikin uppi í bønum, uppi undir gørðunum, millum Marknoyri og Neslíð. Á fjørðinum liggja skipini í vetrarlegu. Við sunnara landið liggja tey eystastu út fyri innaru Oyrunum, og haðani heim eftir til heimaru Oyrarnar, ið eru beint innan fyri, tað er eystan fyri, Líðargarðin, vestur við Líðini, og vestur ímóti Lýsibrúnni. Við norðara landið liggja skipini av Løðhamri, ella vestari, og út eftir ímóti Fløðulið, av Tjørn og út undir Tippisbakkan, fyri Galtnaroyru og undir Toftalíð út á Marknoyri.
Í miðjuni Marknoyri, brúgvarnar hjá Johan Mortensen og Johan Nolsøe við handilshúsum og turkihúsi. Í framhaldi av handilshúsunum hjá Johan Mortensen, eystur eftir, hómast Undirhúsið. Longri vesturi er brúgvin á Galtnaroyri, brúgvin á Tjørn og kaiin.
Húsini eru vinstrumegin frá hjá, Johannes Larsen, Poul á Gøtuni, Palla hjá Marini, Palla á Øgrum og Johan Mortensen við fjósinum, tað er ljósa húsið oman fyri. Hermenninir, sum komu til Vágs undir seinna kríggj, búðu fyrstu tíðina í húsunum hjá Johan Mortensen. Hann var tá fluttur til Havnar. Oman fyri stendur húsið, ið verður rópt á Køsti.
Omanfyri handilin hjá Johan Nolsøe, beint undir vegnum, standa gomlu sethúsini hjá Napoleon Nolsøe á Marknoyri, sum seinni vóru gjørd til handil, og úthúsini omanfyri vegin. Undir krígnum høvdu eingilskmenninir Naafi í húsunum hjá Napoleon á Marknoyri.
Vestan fyri úthúsini hjá Napoleon standa húsini og úthúsini hjá skiparanum Kvívíks Jógvani, og oman fyri tey gamla bakaríið.
Longri vesturi standa húsini, sum Hans Nolsøe bygdi, og sum Hans Lindenskov keypti, so koma tey hjá Martini á Øgrum, Poul Johannes Djurhuus og Poul á Øgrum. Síðani kemur ein røð av húsum har tey hjá Lávus í Toftalíð eru tey fyrstu. Undir vegnum standa húsini hjá Olivur hjá Lávusi, tey vóru fyrst eg minnist einastu sethúsini millum Galtnaroyru og Marknoyru, ið stóðu undir vegnum.
Oman fyri bygdina síggjast gomlu bøgarðarnir, og longri upp hús og revagarðar á traðunum. Vestan fyri bygdina stendur Gjógvaráfjall, norðan fyri tað, Hálsurin norður á Bjørg, og sunnan fyri Lítlaberg og Vágseiði.
Eystan fyri húsini hjá Johannesi Larsen rennur ein lítil á, ið fyrr var mark millum Vág og Porkeri. Seinni kom Neslíð og Nes uppí Vágs Kommunu, og markið varð flutt út í Klyvarnar, sum eru millum Nes og Porkeri. Sum tað sæst á myndini, var eitt portur um vegin, har ein maður stendur. Við portrið er eitt skelti, og á tí stóð, at har útum var ikki loyvt at hava fólk í lastini á bilinum.
Foto: Poul Nolsøe