Gongd á aftur marknamálið

Nógv bendir á, at tað nú fer at koma gongd á aftur marknasamráðingarnar við bretar

NÚ nýtt landsstýrið hevur tikið við og vit somuleiðis hava fingið mannað eina nýggja Uttanlandsnevnd eru tekin til, at tað fer at koma gongd á aftur samráðingarnar við bretar um undirgrundarmarkið.Anfinn Kallsberg. løgmaður segði við Sosialin í farnu viku, at hann fegin sær, at tað nú fer at ganga skjótari við samráðingunum um markið. Nýggi formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jóannes Eidesgaard sigur somuleiðis við blaðið, at hesar samráðingar mugu fáa hægri prioritet. Nú eru gingin so mong ár, uttan at nakað endaligt úrslit er komið burtur úr. Ein komandi oljuvinna bankar á dyrnar hjá okkum, men tað er ein veruleiki, at soleingi markið ikki er ásett, so er hetta ein meinbogi fyri hesa vinnu. Vit kunnu eisini siga tað soleiðis: so skjótt markið er komið upp á pláss, so kann verulig gongd koma á leitingina við Føroyar. Tað skal tó viðmerkjast, at ein slík leiting tvs. lisensrunda kann fara í gongd uttan at markið er endaliga ásett, men hetta er bara næstbest.


EIN kann so spyrja, hvørjar fortreytir eru broyttar, sum miðja móti eini samráðingarloysn! Tað er ein sannroynd, at bæði Bretland og Føroyar hava fingið nýggja stjórnir, og átti hetta at verið ein orsøk til at fingið gongd á. Harvið er ikki sagt, at føroyingar skulu til at slaka og ganga burtur frá kravinum um miðlinjumark. Spurningurin er at fáa tann neyðuga dynamikkin inn aftur í samráðingarnar, nú undanfarni løgmaður líkasum hevði hug til at parkera samráðingar fyri harvið at fáa bretar at reagera onkursvegna. Úrslitið av manglandi føroyska útspælinum gjørdi beint tvørturímóti, at bretar fóru í baklás. Síðani er tað hent, at danski forsætisráðharrin hevur boðið sær at mekla og í januar bað táverandi løgmaður Edmund Joensen Poul Nyrup Rasmussen fáa í lag fund á hægsta politiska stigi við Tony Blair. Síðani kom fólkatingsvalið og so løgtingsvalið og nú er so fólkaatkvøða í Danmark um Amsterdamtraktatina. Hetta hevur gjørt, at enn er einki gjørt.


SPURNINGURIN er nú, hvat landsstýrið ætlar at gera. Eftir okkara tykki eigur málið at fáa hægsta prioritet, men hetta merkir ikki, at vit føroyingar skulu slaka uttan víðari. Latið okkum fara í gongd aftur við samráðingarnar, møguliga gera enn eina roynd á embætismannastøði og møguliga tengt at eini politiskari vitjan í Bretlandi. Tað er eingin loyna, at oljuídnaðurin í Bretlandi í løtuni er við at leggja trýst á bretsku stjórnina at fáa loyst málið, soleiðis at ídnaðurin sleppur út í stóra Hvíta økið at leita. Bretski forsætisráðharrin vil neyvan hava sitandi á sær, at hann ikki megnar at fáa í lag eina samráðingarloysn við ein lítlan granna sum Føroyar. Hvussu kann hann sita við formansskapinum í ES og har skula loysa stórmál, tá hann ikki megnar at fáa loyst hetta fyri Bretland ?lítla? málið!


SEINASTU tíðindini í oljuverðini eru, at olja er funnin við Falkslandsoyggjarnar. Gott nokk eru hesar oyggjarnar á hinari jarðarhálvuni, men her eru nakrir paralellir, sum vit hava at leggja okkum í geyma. Talan er um eitt heilt nýtt øki. Leitað hevur verið í bert fáar vikur og olja verður funnin. Hetta kemur at fáa ómetaliga stóra ávirkan á tey fáu fólk har búgva, uppá gott og ilt. Vit eru í umleið somu støðu í Føroyum. Her er eisini talan um eitt nýtt øki, sum verður mett at kunna goyma stórar oljukeldur. Her er talan um eitt sera lítið oyggjaland við fáum íbúgvum. Hinvegin eru so fyrimunirnir her hjá okkum teir, at vit liggja beint uppat verandi oljuøkjum í Norðsjónum og stutt frá brúkaranum. Latið okkum nú fáa gongd aftur á samráðingarnar við bretars. Og latið okkum aftur geva samráðingarnevndini við Árna Olafsynni mandat til at finna eina skilagóða loysn. Kann vera at vit kortini ikki semjast við bretar, men hinvegin er eisini møguleiki fyri, at málið nú er so nógv mýkt, at tað ber til at finna eina nøktandi loysn fyri báðar partar. Oljufundið við Falklandsoyggjarnar kann so aftur verða tað skumpið, ið skal til at fáa bæði okkum og bretar til at seta ferð á samráðingarnar, sum aftur skulu lata upp fyri einum enn ókannaðum øki, nevniliga Hvíta økið og Føroyaleiðina.