Gongd á aftur við Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin
-----

Javnaðarflokkurin hevur sítt heilt greiða boð uppá einar rættvísari Føroyar, har øll kenna seg heima.

Nú fíggjarlógin verður endaliga avgreidd í dag, hevur Javnaðarflokkurin, saman við hinum andstøðuflokkunum, eitt alternativt broytingaruppskot, sum tingið skal atkvøða um.

Javnaðarflokkurin er sannførdur um, at til ber at venda hallinum til avlop eftir bert fáum árum uttan samstundis at niðurpína vælferðarsamfelagið.

Tað ber ikki til at spara seg úr kreppuni. Hinvegin er neyðugt at seta gongd á samfelagshjólini aftur, so fólkið aftur fær vón og álit á framtíðina.

Hetta gongur nú endiliga upp fyri búskaparfrøðingum og politikarum kring allan heim.

Millum uppraðfestingarnar, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt stóran dent á í alternativu fíggjarlógini, finna vit hesi:

Á rakstrarsíðuni:
Lønarframskrivingar á øllum almennum stovnum
Strandfaraskip Landsins har túratalið verður varðveitt og ferðaseðlaprísurin verður lækkaður
Til eldrarøkt og heimarøkt
Fróðskaparsetur Føroya
Fountain Hús
Mentanargrunn Føroya og aðrar mentanarjáttanir
Kringvarp Føroya
Fyritíðarpensjónir

Á íløgusíðuni:
18,5 mió.kr til Marknagilsdepilin, ið vórðu skornar burtur í seinastu viku
7 mió. kr. til nýtt Havrannsóknarskip
5 mió. kr. til at fyrireika Tjóðleikhús
2 mió. kr. til at fara undir at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpi Føroya
4 mió. kr. til lestraríbúðir
3 mió. kr. til føroyskan eftirskúla
5 mió. kr. til orkugrunn, ið skal stuðla grønum orkuverkætlanum kring Føroyar
7 mió. kr. til at gera seinastu kjarnuboringarnar í sbd. við Sandoyartunnil
5 mió. kr. til at fyrireika Hvalbiartunnil
5 mió. kr. til borivogn og útgerð til smærri tunnilsverkætlanir
Eyka peningur til bústaðir til fólk við serligum tørvi í Eysturoynni