Slættaratindur (Suðurhelvt) er 12 merkur og privt ogn allur sum hann er, harav sonur mín og eg eiga størra partin av einari mørk - við tinglýstum ognarrætti, sostatt líka privat sum eitt privat parkerings pláss í Havn (ejendomsretten er ukrænkelig).
Landið eigur, sum longu sagt, umleið helvtina av hagalendinum og eigur at viðgera gongd í haga á egnari ogn, hina helvtina eiga vit ognarmenn og hava tinglýst ræði og ábyrgd av hesi ognarhelvtini.
Eitt felag er sum kallar seg fyri hagafelagið – sera framligt, eiga ongan haga – ognarmenninir kundu kanska kalla seg fyri hagafelag.
Verri er at løgtingsfólk og enntá floksformenn halda seg hava rætt á tinglýstum privatum ognum.
Jógvan K. Mørkøre
Eiði
Hagafelagið eigur vælsaktans ein haga