Árið er 1989. Teir eru júst fluttir upp í 1. deild fyri fyrstu ferð nakrantíð, og teir enda við at vinna føroyameistaraheitið ? og tað enntá uttan at tapa nakran dyst.
Tað er sjálvandi B71, talan er um. Liðið, sum tók allar Føroyar á bóli og streyk framvið so etableraðum feløgum sum HB og KÍ uttan nakrantíð at líta aftur um bak.
Avrikið hjá sandoyingum stendur framvegis sum tað kanska allarstørsta í føroyskari fótbóltssøgu ? í øllum førum tá tað kemur til landskappingina.
Nógv vatn er runnið í ánna, síðani Eli Hentze, Torbjørn Jensen, Páll á Reynatúgvu, Piotr Krakowski, Wiezsek Zakrewski og allir hinir slógu teirra nøvn føst í føroyskum fótbólti.
Tað hevur eisini gingið upp og niður hjá B71 síðani FM-heitið fyri níggju árum síðani.
Teir fluttu niður aftur í 2. deild í 1990 ? árið eftir FM-árið ? komu upp aftur beinanvegin og fingu tíð til at vinna eina steypafinalu (í 1993) og royna seg í europeiskum fótbólti, áðrenn leiðin aftur gekk niður í 2. deild í fjør.
Eitt ættarliðsskifti er farið fram í Sandoynni, og av føroyameistarunum frá 1989 eru bert Eli Hentze, Páll á Reynatúgvu og Jóan Petur Clementsen eftir í dag.
Løgdu á annan bógv
B71 telist heldur ikki millum størstu feløg í landinum og ei heldur millum tey ríkastu.
Í fjør varð eisini lagt á annan bógv. Felagið hevði ongantíð gjørt vart við seg í yngru deildunum, og nú ættarliðsskifti skuldi til, varð eisini ásannað, at ungdómsarbeiðið mátti skipast betur, um felagið skuldi fáa betri úrslit á fótbóltsvøllunum.
Martin Kúrberg varð í fjør settur sum ungdómsvenjari, og tað gav beinanvegin úrslit.
Í fjør kom gentuliðið 14-17 ár í steypafinaluna, og mikudagin skal liðið aftur spæla steypafinalu móti HB.
Tað skulu smádreingirnir eisini. Teir eru í eini steypafinalu fyri fyrstu ferð.
So tað gongur framá í yngru deildunum hjá B71.
Tað hevur annars verið sera soltið. Felagið hevur ikki verið umboðað í unglingadeildini síðani einaferð seinast í 70-unum, og her liggur ein av størstu trupulleikunum hjá B71 í dag.
Tá spælararnir koma upp í unglingaaldurin, eru teir lidnir í fólkaskúlanum, og so gongur leiðin antin til Havnar ella av landinum.
Í B71 rokna tey ongantíð við, at meir enn tveir ella tríggir av spælarunum í ungdómsdeildunum síggjast aftur regluliga á besta vaksnamannaliðnum.
Hetta eru korini hjá feløgunum í útjaðaraøkjunum, og tí hevur B71 eisini lagt størri dent á at hava eina vælvirkandi ungdómsdeild.
Martin Kúrberg er sum nevnt settur sum ungdómsvenjari, og hann er á vøllinum útvið 25 tímar um vikuna umframt í vikuskiftunum, tá dystir eru.
B71 hevur í dag lið í øllum teimum yngru deildunum, og tað at felagið er umboðað í tveimum av steypafinalunum hjá teimum yngru (tað er ongantíð hent fyrr), ber boð um, at tað gongur rætta vegin í Sandoynni.