Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, setti í morgun árligu aliráðstevnuna á Hotel Føroyum.
Landsstýrismaðurin byrjaði við at ynskja øllum, sum fáast við aling - í fyritøkunum, aliumsitingini, eftirlitinum og granskingini - tillukku.
- Tillukku við tí, at tit í alivinnuni enn eina ferð hava megnað at veksa um tøkuna og útflutningin, bæði í nøgd og í virði, soleiðis at útflutningurin í 2021 táttaði í hálvafimtu miljard krónur, sum var nærum helvtin av øllum føroyska útflutningsvirðinum.
Magnus Rasmussen helt, at gongdin í alivinnuni er imponerandi, sum hann tók til.
- Vit eru øll greið yvir, hvussu ómetaliga stóran týdning alivinnan hevur fyri alt føroyska samfelagið, segði hann.
Men hóttanir eru altíð.
- Eg hevði herfyri tann stóra heiður at seta altjóða lúsaráðstevnuna, sum Fiskaaling var vertur fyri. Eitt einastandandi flott og stórt tiltak, sum tað ikki hevur verið løtuverk at skipa fyri.
Magnus Rasmussen vísti á, at her komu serfrøðingar úr øllum heiminum at siga frá sínari vitan um laksalýs, um havstreymar, modellering, reinsiskipanir og um, hvussu vit best kunnu stýra fyri at fyribyrgja, at laksalúsin fær fastatøkur.
- Eg má siga, at eg var púra ovfarin av, at so nógv fólk ferðaðust allan vegin til Føroya at tosa um lús, men tey vóru veruliga eldhugað og spent eftir at deila nýggjastu vitanina um henda lítla snúltaran.
##med2##
Og føroysku serfrøðingarnir stóðu avgjørt ikki aftan fyri teir útlendsku.
- Eg haldi, at vit skulu vera errin av okkara alivinnu - av mongu føroysku veitarunum til alivinnuna og ikki minni vera errin av okkara granskingar- og menningarumhvørvi eins og okkara alifyrisiting.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at sjálvsagt skulu bæði alivinnan og fiskivinnan verða burðardyggar, og vinnurnar skulu framhaldandi mennast.
Men, menningin snýr seg ikki bara um at veksa í nøgd og inntøkum.
- Týdningarmest er, at vinnurnar mennast til veruliga at verða burðardyggar. Ikki bara í mun til kappingarneytarnar, men serliga í mun til tað, sum náttúran kring okkum ber, segði Magnus Rasmussen, tá hann í morgun setti aliráðstevnuna.