- Gongur ikki so væl sum eg kundi ynskt mær

Bjørt Samuelsen sigur, at ikki stórvegis er broytt í royndini at finna semju um fiskivinnunýskipanini

Nú einans fimm vikur eru til 1. januar, ið er freistin fyri nær ein nýggj fiskivinnuskipan skal koma í gildi, arbeiðir samgongan av øllum alvi at finna eina semju, ið allir limir í samgonguni kunna taka undir við.
Tað er tó ikki bara sum at siga tað at fáa semju í málinum, ið mong meta var aðalmálið hjá verandi samgongu, tá hon fekk handað lyklarnar í Tinganesi fyri tveimum árum síðan. Fleiri ferðir hava samgongulimir skrivað undir semjur um nýskipanina, ið síðan hava víst seg ikki at halda, og nú tíðin er um at ganga undan, verður enn arbeitt at finna eina semju.


Í løtuni er tað serliga umboðini hjá samgonguni í vinnunevndini, ið hava fingið litið upp í hendur at finna eina semju. Bjørt Samuelsen er forkvinna í nevndini, og segði við Kringvarpið í kvøld, at arbeiðið ikki gongur so væl, ið hon kundi ynskt sær.


- Støðan er kanska ikki so heilt øgiliga nógv broytt. Vit hava roynt gjøgnum vikuskiftið at fáa tey síðstu tingini upp á pláss. Tað gongur framvegis ikki heilt so væl, ið eg kundi ynskt mær, men tað er nógv virksemi í dag. Tað eru ymiskir fundir, millum annað millum floksformenninir í dag, og onnur fólk. Vit royna spakuliga at flyta okkum rætta vegin, segði Bjørt Samuelsen í tíðindasendingini hjá KVF klokkan 18.


Samstundis brúkti hon høvi, at finnast at teimum politikarum, ið hava lyndið at tosa um ósemjuna millum samgonguflokkarnar í miðlinum.


- Tað hevði verið eitt sindur hepnari, um fólk ikki vóru so íðin at fara út og markera síni privatu sjónarmið, tí eg haldi ikki ordiliga, at tað hjálpir støðuni so nógv. Her er ein samgonga við nøkrum fólkum, ið eg haldi eg kann siga øll, í allar flestu førum, ynskja at finna eina loysn. So tí fari eg ikki at viðmerkja konkret ting, segði Bjørt Samuelsen við KVF.