Gongur illa hjá Svøríki – eru nú í okkara bólki í Nations League

Svøríki skuldi vinna á Slovenia, men fekk bara 1-1 og flytur tí niður í C bólkin í Nations League.

 

Viktor Claesson úr FCK ímóti Benjamin Verbic, tá Svøríki bara fekk javnleik ímóti Slovenia. - Foto: Tt News Agency/Reuters

Tað gongur illa hjá svenska fótbóltslandsliðnum.

Um tveir mánaðir mugu sviar, sum eru so vanir við at vera við í endaspælinum í HM sita heima í sofuni og hyggja. Og í kvøld gjørdist eisini greitt, at teir blá-gulu flyta niður í triðju deild í Nations League, har millum annað føroyska fótbóltslandsliðið er.

Svøríki skuldi vinna á Slovenia í Stokkhólmi, men fekk bara javnleik 1-1ø

Í næstu útgávu av kappingini skal Svøríki spæla ímóti londum sum Føroyum, Luxemburg og Kosovo, skrivar Ritzau og leggur afturat, at við allari respekt, at tað er ikki slíkum tjóðum, sviar vanliga samanbera seg við.

2022 hevur verið tungt hjá landsliðsvenjaranum Janne Andersson og manning hansara, sum hava verið darvaðir av skapum og avboðum.

Fyrst mistu teir HM atgongumerkið í einum playoffdysti ímóti Póllandi. Síðani eitt skuffandi úrslit í Nation League, har sviar annars byrjaðu við at vinna á Slovenia úti, men síðan at tapa fýra ferðir á rað.

Eftir slakan hálvan tíma á Friends Arena sendi Benjamin Sesko sviar nærri avgrundini.

Nýggja slovenska stjørnuskotið sparkaði fyrstu ferð á eina langa diagonalavlevering. Og við einum perfektum heilfluktara legði hann bólkin langt uttan fyri skotmálið hjá Robin Olsen í málinum.

Emil Forsberg gav tó svium nýggja vón við eini einmansrenning stutt fyri steðgin.

Leipzig-spælarin fekk bóltin á miðjuni í vinstru síðu og fór so allan vegin fram í slovensku verjuna og í málið hjá Jan Oblak.

Tað gav svium ein heilan hálvleik til at skora tað málið, sum kundi tryggjað svium sæti í næstovasta bólkinum. Men einki bar til, og trýstið á slovenska málið kom ongantíð.

Eitt dapurt skandinaviskt kvøld. Í Oslo tapti Noreg bólkafinaluna ímóti Serbia við 0-2 og mugu lata serbar rykkja upp í ovasta bólkin.

Ikki sørt afturstig fyri norðmenn, sum eftir fýra dystir í summar tyktust vísir í at flyta upp.

Leygardagin taptu menninir hjá Ståle Solbakken óneyðugt í Slovenia, men kundu klára seg við javnleiki ímóti serbunum.

Gestirnir høvdu tó tamarhald á Erling Haaland, og í staðin legði vandamikla álopsvápni hjá Serbia á í hinum endanum.

Stutt fyri steðgin skoraði Dusan Vlahovic til 1-0, og níggju minuttir eftir økti Alexander Mitrovic til 2-0.

Noreg misti pippið. Serbia hevði lítlar trupulleikar við at verja seg til nýggju støðuna sum A-tjóð í Nation League.

/ritzau/

 

Viktor Claesson úr FCK ímóti Benjamin Verbic, tá Svøríki bara fekk javnleik ímóti Slovenia. - Foto: Tt News Agency/Reuters