Gongur móti ljósari tíðum

Stytsti dagur er í dag 21. desember. Taðurin eitur tummasarmessa.

Sambært Axel Tórgarð í Dagar og nøvn í álmanakkanum, er talan um lærusveinurin, sum fekk navnið hin vantrúni.

Halgisøgan sigur, at hann boðaði evangeliið í Indiu, og har er í hvussu er eitt tummasarkirkjulið, sum hann sigst hava stovnað. Har eysturi sigst hann annars at hava hitt vísmenninar.

Hann varð tikin av døgum, gjøgnumstungin við spjóti, og á einum av kirkjubøstólunum sæst hann við spjóti í hendi.

Tummas merkir tvíburi, og hann verður eisini nevndur við grikska navninum didymos.