Svimjing
Tað er nú júst eitt ár síðani, at Petur Heðin á Fløttu varð settur sum føroyskur landsliðsvenjari í svimjing. Hetta var beint fyri FM-kappingina í fjør, og tá vóru fleiri atfinningar frá nýggja venjaranum. Millum annað segði, at toppurin í føroyskari svimjing var alt ov smalur, og at hetta var nakað, sum tey nú fóru at arbeiða miðvíst við at betra.
Á røttu leiðini
Nú er eitt ár runnið, og tó at tað eitt slíkt arbeiði helst skal fara fram yvir drúgt áramál, so heldur Petur Heðin tó, at nakað er komið ávegis.
- Vit hava verið runt í ymsu feløgunum saman við svimjarunum á landsliðnum, soleiðis at hesi eisini hava fingið innlit í, hvussu vit venja, og vónandi kann hetta vera eitt skump rætta vegin. Í Klaksvíkini eru tey nú eisini um at sleppa í gongd aftur við svimjingini, og tað verður so avgjørt eisini nakað, sum kann seta ferð á.
Tað er kanska eisini soleiðis,at tað fyrst og fremst er við yngru svimjarunum, at eitt slíkt arbeiði skal gerast. Og landsliðsvenjarin frøddist eisini um, at fleiri bólkamet vórðu sett, tá SUM-kappingin varð hildin fyri stuttum.
- Kanska var ein av orsøkunum her, at svimjararnir vistu av, at 12 teirra fingu loyvi at koma til Hetlands at kappast, men ein slík gularót eigur altíð at vera. Tað viðvirkar jú til, at tey kýta seg tað lítla pettið eyka, soleiðis at tey støðugt kunnu betra seg, og tað er júst tað, sum alla tíðina eigur at vera málið hjá okkum.
Útisetar taka lut
Eitt er, at yngru svimjararnir tykjast gerast støðugt betri, men ofta gongur rúm tíð, áðrenn veruligu úrslitini av hesum síggjast. Eitt nú hava rættuliga fá met verið sett í svimjingini hjá teimum vaksnu seinastu árini, men hesa ferð vónar Petur Heðin tó, at hetta kann broytast.
- Tað koma so í øllum førum tríggir svimjarar upp úr Danmark, sum heilt víst kunnu vera við til at lyfta støðið á kappingini. Eivind Eysturoy og Ásbjørn Hansen svimja báðir í Esbjerg, og teir koma upp, og so kemur Malan Michelsen, sum er ættað úr Suðuroy, men búsitandi í Danmark, upp til kappingina.
- Tað kann sjálvandi ikki sigast fyri vist, men eg rokni tó við, at hesi fara at seta onkur nýggj met. Ásbjørn og Eivind hava báðir betrað um sínar tíðir, nú teir hava svomið í Danmark, so vónandi kunnu teir veruliga gera um seg. Malan er ein av stinnastu svimjarunum í Danmark í sínum aldursbólki, og er so heilt víst ein svimjari, sum vit kunnu fáa gleði av á landsliðnum. Og so vænti eg mær eisini nógv av teimum hiemligu svimjarunum. Fleiri av hesum hava gjørt stór framstig, og einki er at ivast í, at vit fáa fleiri bólkamet.
Tað hevur annars ikki verið nøkur breið semja millum føroysku svimjararnar og svimjifeløgini, um at útisetar soleiðis bara koma heim, og kanska taka nógv burtur av føroysku metunum, men sjálvur heldur Petur Heðin, at hetta bara kann betra um støðið.
- Tað hevur altíð verið so, at teir svimjarar, sum svimja uttanlands, ikki kunnu seta føroysk met, tá teir svimja fyri útlendsk feløg, og tí eru hesi noydd at koma heim, um tíðirnar skulu viðurkennast í Føroyum.
- Ofta letur hetta seg ikki gera, og tað haldi eg avgjørt vera spell, tí verða metini betra, so viðførir hetta hægri krøv til heimligu svimjararnar, og tað kann so bara vera við til at hækka støðið.
Vansin í hesum er kanska, at heimliu svimjararnir fáa nøkur met at miðja eftir, sum tey als ikki hava møguleika at røkka. Til dømis høvdu tiðirnar, sum Jón Hestoy svam fyrst í 80?unum, framvegis verið langt undir verandi føroyska metini, men heldur ikki hesum er Petur Heðin samdur í.
- Mín meining um hetta er framvegis hin sama. Tað gevur svimjarunum nøkur enn størri mál at miðja eftir, og hetta kann bara vera við til at lyfta støðið. Bæði nú og framyvir.
Til Íslands at kappast
Tað hevur ofta verið so, at árini ímillum Oyggjaleikirnar eru eitt sindur deydlig, tá tosað verður um met í føroyskari svimjing. Motivatiónin hjá svimjarunum hevur kanska ikki verið eins góð, sum tá Oyl stendur fyri framman, men nú eru so nøkur stig tikin, til tess at halda svimjarunum til øll árini.
Petur Heðin greiðir frá, at tá FM er liðugt, verður eitt landslið tikið út, sum fyrstu vikuna í juli fer til Íslands at taka lut í kappingini um íslendska meistaraheitið.
- Har taka svimjarar úr fleiri londum lut, og vónandi kann hetta vera við til at betra um motivatiónina hjá okkara svimjarum.
- Eftir hetta fara vit øll at hava frí í fýra vikur, og so verður lagt til brots í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, 2003, sigur landsliðsvenjarin at enda.