Gongur væl við samráðingunum

Samráðingarnar um at skipa stjórn í Íslandi ganga væl. Tað segði samráðingarleiðarin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, formaður í Framsóknarflokkinum, tá tingmanningin hjá flokkinum helt fund seinnapartin í gjár.

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson segði við tíðindafólk, at Framsóknarflokkurin og Sjálfstæðisflokkurin eru lidnir at samráðast um teir grundleggjandi spurningarnar. Í gjár høvdu teir tosað um málsøkini, og í her bendir alt á, at onkur ráð verða býtt sundur.

Ríkisútvarpið sigur, at menn hava tosað um at býta vælferðarmálaráðið sundur, og summi hava nevnt, at vinnumálaráðið er ov stórt, og at tað eigur at verða býtt sundur.

Fráfarandi stjórnin legði málsøki saman og skerdi talið á ráðharrum, men tað er líkt til, at talið verður størri í teirri nýggju stjórnini.