Gongur væl at byggja Lívdina

Fyrsta byggistig liðugt um eitt ár

- Tað er eitt megnar arbeiðið, ið tey sjálvbodnu í samkomuni hava gjørt. Arbeiðið gongur sum ætla. Sjálvbodna arbeiðskraftin hevur fingið nógv av skafti, nú fleiri hava frí í nakrar vikur og kunnu hjálpa til.


Tað sigur Johan Syderbø, ið er byggileiðari fyri verkætlanini hjá samkomuni Lívdini, ið byggir ein nýggjan samkomubygning við Vegin Langa í Hoyvík.


Sjálv samkoman er fimtan ár, men hevur í hesi árini leiga hølir kring býin, har savnast hevur verið til møtir. Fyrst í Virkni í Berjabrekku, síðani í Hoyvíkar skúla og í løtuni í Skúlanum við Løgmannabreyt.


Samkomulimirnir kunnu so smátt byrja at gleða seg til betri umstøður, tí sambært byggileiðaranum, so gongur tað væl at byggja nýggja bygningin.


- Vit eru í holt við fyrsta byggistig av tveimum. Tað byggistigið umfatar tveir triðingar av samlaða heildarætlanini. Eftir tíðarætlanini, so verður klárt at flyta inn aftaná summarferiuna 2016.


Sum vanligt mangan er í samkomuarbeiðið, so verður ein partur av byggiarbeiðinum skipað sum sjálvboðið arbeiði.


- Arbeiðið er lutvíst skipað sum sjálvboðið arbeiði og lutvíst professionelt. Tað er ein blanding av báðum. Onkrar tænastur eru keyptar frá ymiskum veitarum.


Umframt at húsa tí virksemi, ið er tengt at samkomuni, so er ætlanin eisini at brúka bygningin til ymisk mentanartiltøk.


- Sum nú er, so eigur samkoman ein bygning yvirav grundstykkinum, ið kallast Lonin. Har húsast ymiskar tænastur hjá samkomuni. Harumframt verður skúlin við Løgmannabreyt brúktur til møtir. Ætlanin er at miðsavna tær tænasturnar í nýggja bygninginum.


- Serligur dentur verður lagdur á, at fáa salin lidnan. Í honum verða so okkara møtir hildin, men ætlanin er eisini at brúka hann til konsertir og ymisk onnur tiltøk. Pláss er eisini sett av til eini 150 parkeringspláss, so parkering verður ikki ein trupulleiki.


Ein bygningur, ið skal hýsa fleiri hundrað fólkum er ikki heilt bíligur at byggja, men sambært Johan Syderbø, so er fígging fingin til vega til fyrsta byggistig.


- Fíggingin er komin til vega gjøgnum uppsparing. Lívdin hevur virkað í fimtan ár nú, og hevur spart upp til ein nýggjan bygning hesi árini. Størsti parturin er komin frá regluligum gávum frá teimum, ið hava verið partur av samkomuni, umframt nakrar einstakar stórar gávur. Tað hevur fíggjað eitt sindur meira enn helvtina av fyrsta byggistigið. Restin er tikið lán uppá, ið er grundað á tí jøvnu inntøkuna, ið samkoman fær frá regluligum gávum.


Enn er óvist nær byrja verður uppá næsta byggistig. Sambært Johan Syderbø, so verður heldur ongin støða tikin til hetta, fyrr enn samkoman er flutt inn í nýggja bygningin.