BBC boðar í dag frá, at enska málmanslegendan, Gordon Banks, er deyður 81 ára gamal. Hann bleiv heimsmeistari við Onglandi í 1966, men tað er ein hending til HM-endaspælið í Meksiko í 1970, sum hann er mest kendur fyri.
Síggj bjargingina við at trýsta á pílin á myndini
Frammanfyri næstan 70 túsund áskoðarum í Guadalajara bjargaði hann á ótrúligan hátt, einum framúr stútara frá sjálvum Pelé. Ongland var verandi heimsmeistari, meðan Brasil var favorittur at vinna, tá londini møttust í bólkaspælinum.
Søgan sigur, at Pelé skal hava rópt “mál”, tá hann stútaði bóltin niður í vøllin og móti málinum. Onkursvegna megnar Gordon Banks tó at fáa hondina á bóltin, og lyfta hann uppum málið.
Tað er vert at hava í huga, at hendingin fór fram í 1970 og at Pelé er klárt heimsins besti fótbóltsspælari í hesi tíðini. Hóast søgurnar um góðar málmenn og bjargingar helst eru nógvar, so er hetta ein bjargin, ið setti seg í minni hjá flestum øllum teimum, sum fylgdu við fótbólti.
Gordon Banks hevur síðani sagt, at hann hevur gjørt betri bjargingar, men at hann altíð visti, at fólk fóru at tosa um júst hasa bjargingina. – Tey fara ikki at minnast HM-gullið í 1966, tey fara at minnast bjargingina, segði Gordon Banks við fótbóltsblaðið FourFourTwo í 2012.
Pelé skal hava sagt, at hann hevur skorað yvir túsund mál, men at fólk altíð spyrja hann um bjargingina hjá Gordon Banks. Brasil vann umtalaða dystin á Jalisco leikvøllinum í Guadalajara 1-0. Málskjúttin, Jairzinho, hevur síðani sagt, at hatta er besta bjargingin nakrantíð.
Gordon Banks mátti gevast sum málverji, tá hann í 1972 sum 34 ára gamla misti sjónina í øðrum eyganum, eftir eina ferðsluvanlukku. Hann spældi 73 landsdystir fyri Ongland.