##med2##
- Tað er gott at fáa útlendsk eygu á Betrideildina, eisini tá talan er um dømingina í deildini. Hetta heldur Heðin Askham, venjari og fótbóltsviðmerkjari.
Heðin Askham var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.
Heðin og Tróndur litu eisini aftur á undanfarna umfarið í Betrideildini.
Tróndur fekk eisini Heðin at meta um komandi umfarið í Betrideildini:
2. Hvítusunnudag:
Klokkan 15: B36-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Klokkan 15: Víkingur-TB (Árni Gregersen verður heimildarmaður hjá FM1)
Klokkan 17: Skála-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Klokkan 19: AB-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Týskvøld:
Klokkan 19: ÍF-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5, FM 98,7.