? Skeiðið um gullárini er sprottið úr átakinum, sum Tilhaldið hevði á heystið 2004, sum æt ábyrgd fyri egnari heilsu. Tá høvdu vit átta ymisk tiltøk, har øll á hvør sínum øki vóru tengd at heilsuni frá einum holistiskum sjónarmiði. , greiðir Wanja Petersen, leiðari á Tilhaldinum frá.
Ellisárini eru ein viðbót
Wanja Petersen, sum er útbúgvinn sjúkrasystir, men sum síðani 1998 hevur verið leiðari á Tilhaldinum í Havn, leggur dent á hvussu týdningarmikið tað er at síggja ellisárini sum nakað gott. Tey eru jú lønin fyri at hava ansað væl eftir sær ígjøgnum lívið.
? Vit hava valt at kalla hetta skeiðið fyri Gullárini. Aldurdómurin er jú ein eyka viðbót, vit fáa av at hava tikið ábyrgdina av okkara egnnu heilsu, ið gevur okkum betri lívsgóðsku. Gull er ímyndin av nøkrum góðum og virðismiklum, sigur Wanja.
Hon sigur víðari, at í framtíðini verða vit noydd at skifta hugmynd viðvíkjandi teomum gomlu. Aldurdómur er ikki tað sama sum sjúkdómur. Tað gevur okkum ikki frælsi til at nýta krígshugtøk, tá tosað verður um ta tikkandi eldrabumbuna, ið er á veg. Og at fólk fáa granatsjokk, tá tey fara úr lønandi vinnuni. Slíkar ræðumyndir fáa okkum ikki at skifta hugmynd av teimum gomlu í samfelagnum. Latum okkum heldur fáa eitt alment orðaskiftið um tabuevnið sum tað er at blíva gamal.
Hon vísir á, at tey eldru ofta verða sett uttanfyri restina av samfelagnum, og sædd sum ein samfelagsbólkur fyri seg. Tey eru ikki ein integreraður partur av samfelagnum, og tað ger tað eisini í nógvum førum verri at venja seg við tilveruna sum pensjonistur.
? Fólk nýta jú alt sítt lív á arbeiðsmarknaðinum, og brádliga ein dag eru tey farin frá. Tað hendir yvir eina nátt, men fólkini broytast ikki yvir náttina fyri tað. Tey hava framvegis nógv at geva og nógv at læra yngra ættarliðið, sigur Wanja.
Hon heldur, at tað er løgið, at tað skal vera neyðugt at prógva, at tað at vera gamal ikki er tað sama sum at vera sjúkur.
? Kanningar vísa, at heili 80 % av teimum gomlu eru frísk og klára seg sjálvi. Bert 12% hava so vánaliga heilsu, at tey koma undir heitið røktarsjúklingar. Men tá eldrapolitikkur verður umrøddur, eru tað aloftast tey 12%, sum verða tikin fram. Og tað er ógvuliga spell, tá heili 80% hava so ómetaliga nógv at geva samfelagnum, heldur Wanja.
Hon vísir á, at heilin er sum ein databasa. Innlæran byggir á vitan, sum er goymd frammanundan. Tá vit so læra nakað nýtt, verður tað bygt á tað, sum vit frammanundan hava lært. Og um vit ikki brúka heilan, so fánar hann burtur.
? Tí mugu vit broyta hugmynd av teimum gomlu, sigur Wanja.
Lívsgóðska og ?gleði
At samfelagið setir tey í eina undantaksstøðu, ger tað ofta trupult at eldast. Orkan er ofta heldur ikki tann sama, og vinaskarðin byrjar eisini at svinna. Tey hava livað eitt langt lív og sæð nógvar broytingar, men heimurin heldur á at broytast. Ofta kann tað tí tykjast tungt. Men Wanja leggur dent á, hvussu stóran týdning tað hevur at halda mótinum uppi, og at royna at síggja allar broytingarnar við positivum brillum.
? Nógvar kanningar hava staðfest, at gleði og positivur hugsunarháttur hava ómetaliga nógv at siga fyri heilsuna. Og tað ber saktans til at venja seg við at síggja tey positivu tingini í lívinum. Tað ger alt so nógv lættari, vísir Wanja Petersen á.
Við at hava eitt tílíkt skeið kunnu tey gomlu fáa íblástur til at hugsa øðrvísi. Tey kunnu tosa við fólk, ið eru á sama staði í lívinum og tey kunnu fáa meiri sjálvsvirðing. Wanja vísir á, at nógv av teimum eldru ikki duga at síggja alt, sum tey sjálvi kunnu og megna. Tey hava av og á tørv á, at onkur vendur øllum við, og vísir teimum á teirra góðu eginleikar.
? Ofta vísir tað seg, at tað negativa kemur innanífrá, og tað sýgur allan máttin úr menniskjanum. Tá so hugsunarhátturin broytist, hvørvur tað negativa aloftast eisini, sigur Wanja.
Hon heldur fram og sigur, at eldraárini ikki eiga at vera sædd sum ein kappittul fyri seg, men sum ein samanhangandi partur av lívinum. Gullárini eiga at vera góð, spennandi og stuttlig. Nú hava tey gomlu endiliga tíð at gera júst tað, teimum lystir.
? Tað er spell, um seinasta tíðin, sum kann verða so góð, verður keðilig orsakað av dapurskygni, sigur Wanja Petersen at enda.
Endamálið við skeiðnum, sum verður hildið 17.-19. mei frá kl 10-16, verður:
1 ? At tosa um lívsgleði og positivan hugsunarhátt, ið er við at menna heilsu okkara.
2 ? At duga betur at ganga mótbrekkurnar í gerandislívinum, at styrkja persónsmenskuna á rættan hátt.
3 ? At tosa um lívið og teir mongu møguleikarnar, ið vit hava, bæði áðrenn og aftaná pensjónsaldur.
Undirvísarar á skeiðnum verða:
Eyðvør Mortensen, sosialráðgevi á Almannastovuni. Hon fer at greiða frá um rættindi og ábyrgd, sum fylgja við tilveruni sum pensjonistur.
Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur úr Vestmanna og fyrrverandi leiðari í donsku heimarøktini. Hon hevur drúgvar undirvísingarroyndir innan ymsar tættir á eldraøkinum. Hon er eisini útbúgvin láturinstruktørur.
Wanja Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Tilhaldinum.
Evni á skeiðnum verða m.a. :
Broytingar í føroyska samfelagnum. Gamlir dagar og nú. Tosað verður um heilan, lívsgleði, bjartskygni, Positivitet/negativitet, fyrigeving, Tilhaldið, Rættindini sum pensjonistur og gleðina um at vera virkin gamal.
Luttakarar á skeiðnum:
Skeiðið er fyri øll, sum eru ella verða pensjonistar.
Pláss er tó bert fyri 15 luttakarum.
Kostnaðurin er 660 kr fyri allar dagarnar, døgverði er íroknaður prísin.
Tilmelding:
Tilmelding fer fram á tlf 316491 frá kl 08.00- 17.00 gerandisdagar.