Gott »comeback« hjá United

Manchester United komu, frá at vera 1-0 aftanfyri, til at vinna 2-1, móti Arsenal á Old Trafford um vikuskiftið, og sigurin hevur við sær, at »The Gunners« mugu ásanna, at teir onki vinna í ár. Aðrastaðni, mest sum staðfesti Liverpool sær fjórða plássið, við at vinna tryggan heimasigur

Skuldi Arsene Wenger og hansara menn í Arsenal, gera sær nakrar vónir um veruliga at koma inn í meistaraheitsstríðið aftur, var tað eitt ófrávíkiligt krav, at teir máttu koma sigrandi aftur til London.


Gingið av skriðuni síðan í februar

Arsenal hava havt eitt heilt undarligt kappingarár. Teir byrjaðu kappingina sum eitt óløgið, og vunnu nógv. Tað skuldi ganga heili 16 umfør, áðrenn teir taptu fyrsta dyst sín, og var tað á útivølli móti Middlesbrough, 9. desember 2007. Vælsamanhangandi og væl flótandi avleveringsspælið hjá ungu Arsenal monnunum hugtóku mong, og tað var ikki av ongum, at teir eitt skifti lógu heili fimm stig frammanfyri argastu kappingarneytar sínar, Manchester United. Men so kom myrki februar mánaði, har alt hugsandi endaði galið, og síðan tá hevur gingið av skriðuni til hjá London liðnum. 16. februar vórðu teir bangaðir út úr F.A. Cup steypakappingini av sjálvastu United, og so kom veruliga krakkið í Birmingham, har ungi og evnaríki Eduardo fekk eina grova takkling og breyt beinið. Síðan tá hevur Arsenal bert vunnið tveir dystir. Ein í Premier League móti Bolton og ein í Champions League móti AC Milan (báðir á útivølli). Hvat er høvuðsorsøkin til hesa undarligu vend, er ilt at meta um, men givið er, at tapið móti United í februar og skaðin hjá Eduardo, umframt hjá øðrum lyklaleikarum, so sum Robin van Persie, hevur sett síni djúpu spor í, hjá óroyndu Arsenal leikarunum.

Á Old Trafford spældu Arsenal fyri sínum – í veruleikanum – síðsta møguleika, og málmøguleikar trutu heldur ikki. Fleiri ferðir kom serliga Emmanuel Adebayor at standa leysur, men inn vildi bólturin ikki. Í hinum endanum noyddist Jens Lehmann eisini at vísa seg frá síni heilt góðu síðu, tá hann meira enn einaferð bjargaði í ein móti einum støðum móti Wayne Rooney. Ferðin var sera høg, og spælið bylgjaði úr einum enda í annan. Hálvleiksstøðan var tó málleysur javnleikur.


Mál við hondini

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá Arsenal, og ágangandi Robin van Persie brutu gjøgnum vinstra borði. Innleggið, ið kom hart og tætt móti málmanninum, náddi Emmanuel Adebayor at skumpa innum mállinjuna, og tá sjónbandaupptøkur aftaná vórðu eftirhugdar, sást, at hondin var nýtt hjá áloyparanum úr Togo, men (Togo)lúðurin hjá dómaranum tagdi, og so var Arsenal á odda. United svaraðu tó skjótt aftur, og áðrenn fimm minuttir vóru farnir fingu teir tillutað brotsspark, eftir at William Gallas var óheppin at fáa hondina á bóltin. Brotssparkið tók Cristiano Ronaldo sær trygt av, og tað vísti seg at dupultinnskiftingin av Anderson og Carlos Tevez, stutt eftir hetta skuldi venda gongdini somikið, at United endaði omaná. Tá 70 minuttir vóru spældir fekk United fríspark, og tað væntaðu øll, at Ronaldo fór at taka sær av. Hetta vildi Owen Hargreaves tó ikki lata sær lynda, og tók sjálvur eitt framúrskarandi flott fríspark, ið Jens Lehmann bert kundi hyggja eftir. Hann stóð sum negldur.


Liverpool og Torres enn einaferð

Liverpool høvdu vitjan av Blackburn um vikuskiftið, og høvdu teir ein gyltan møguleika til at leggja seg enn tryggari á fjórða plássið, eftir at Everton bert fekk 1-1 javnleik móti Birmingham.

Liverpool hevði eisini leikliga yvirvág frá byrjan, tó avbrotið av einkultum løtum, tá Blackburn og Rogue Santa Cruz høvdu hug at sprella. Liðini fóru málleys til hálvleiks, og ikki fyrr enn 15 minuttir inn í seinna hálvleik bragdaði hjá heimaliðnum. Liðskiparin Steven Gerrard var aftur hesaferð maðurin á blettinum, tá hann við einum vøkrum 1-2 samanspæli við Lucas Leiva fekk smoygt sær innum verjuna og skorað.

Eftir hetta hevði Liverpool yvirtakið, og tá átta minuttir írestaðu, fekk Fernando Torres skorað sítt 30. mál í kappingarárinum, tá hann fekk eitt innlegg frá Gerrard. Eitt avrik, ið má metast at vera framúrskarandi, tá hugsað verður um, at hetta er hansara fyrsta kappingarár. Móti dystarenda skoraði fyrst Andriy Voronin, áðrenn Santa Cruz fekk pyntað eitt sindur um endaliga úrslitið 3-1.


Í boks:


Úrslitini, nú fýra umfør íresta:


Birmingham-Everton 1-1 (Zaráte - Lescott)

Bolton-West Ham 1-0 (Kevin Davies)

Derby-Aston Villa 0-6 (Young, Carew, Petrov, Barry, Agbonlahor, Harewood)

Liverpool-Blackburn 3-1 (Gerrard, Torres, Voronin – Santa Cruz)

Man. Utd.-Arsenal 2-1 (C.Ronaldo, Hargreaves - Adebayor)

Portsmouth-Newcastle 0-0 ()

Reading-Fulham 0-2 (McBride, Nevland)

Sunderland-Man. City 1-2 (Whitehead – Elano, Vassell)

Tottenham-Middlesbrough 1-1 (s.m. - Downing)


Í kvøld spælur Chelsea á heimavølli móti Wigan.