Tað er gott lag í Sørvági, nú Sørvágs Country-og Bluesfestivalur veruliga fer av bakkastokki um stívliga tveir tímar. Nakrir dropar koma niður av himli, vegirnir eru vátir, og tað er eitt lítið lot.
Men, lagnum bagir einki, og fólk gleða seg til konsertirnar, sum liggja fyri framman, har bæði føroysk og útlendsk nøvn fara á pall.
In.fo hevur júst frætt úr Sørvági, at enn er ikki nógv fólk at síggja í gøtunum, men nógvir bilar koyra aftur og fram. Fólk taka sær av teimum seinastu fyrireikingunum til konsertirnar.
Ein hópur av kampingvognum eru komnir til bygdar, kanska einir 140 í tali, og her rúmast eisini nógv fólk.
Klokkan 17 í dag verður bjóðað vælkomin, og síðan fer borgrstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, at seta Sørvágs Country-og Bluesfestival. Við setanina fer Sørvágs Tónleikafelag at spæla.
Fyrsta konsertin í kvøld byrjar klokkan 18, tá Blátt Gras fara á pall, og klokkan 19 fer Kristel Lisberg á pall. Síðan koyra konsertirnar gjøgnum alt kvøldið, og klokkan 20 fara Robert & Vinmenn á pall.
Klokkan 20 í kvøld letur Sørvágs kirkja upp til aftankvirru, og tá letur eisini upp framsýningin hjá Bjørk Gudmundsen.
Váðaverk fara á pallin klokkan 21, og ein tíma seinni er tað Uni Debess & The Tomcats, sum fara at geva ljóð frá sær.
Danski bólkurin, Jambalaya, har nólsoyingurin, Sonny Poulsen, eisini er við, fer á pallin klokkan 23, og á midnátt verður tað niðurlendska, Laura van den Elzen.
Seinasta framførslan í kvøld verður við Halleluja Sofusi, og hann fer á pallin klokkan 01 í nátt.