Góða lívfrøðiliga gongdin og teir høgu laksaprísirnir seta sína dám á úrslitið hjá alifyritøkuni Bakkafrost fyrra hálvár 2011.
Tað boðar Bakkafrost frá.
Rakstrarúrslitið fyrra hálvár var 219,2 milliónir krónur, sammett við 109,1 milliónir krónur fyrra hálvár 2010. Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár var 77,9 milliónir krónur, sum er áleið tað sama sum fyrra hálvár 2010. Rakstrarúrslitið er sostatt munandi betri í 2011 enn í 2010.
Regin Jakobsen er stjóri á Bakkafrost.
- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið. Lívfrøðiliga gongdin er góð, og laksaprísurin hevur eisini verið høgur. Sjálvt um laksaprísurin er lækkaður seinastu mánaðirnar eru útlitini framvegis góð, og við keypinum av Havsbrún vænta vit, at felagið fer at standa enn sterkari í altjóða kappingini, sigur hann.
Rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing var met gott, og vísti eitt yvirskot á 126,9 milliónir krónur. Hetta svarar til ein vinning uppá 15,68 krónur fyri hvørt kilo av laksi, sum varð tikin í øðrum ársfjórðingi ímóti 10,98 krónur í sama tíðaskeiði í 2010. Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjóring var eitt hall á 25,6 milliónum krónur, eftir eina negativa virðisjavnan á 158,4 milliónir krónur. Orsøkin er, at við fallandi laksaprísum lækkar virðið av fiskinum, sum felagið hevur í sjónum, og skal hetta førast yvir raksturin.
Úrslitið pr. kilo (EBIT) var 16,18 krónur fyri fyrra hálvár 2011 móti 9,84 krónur fyrra hálvár 2010. Sammett við onnur altjóða alifeløg er hetta millum tey bestu, og leiðslan er sera fegin um hetta.
- Fyrra hálvár vóru laksaprísirnir bæði á spot- og kontraktmarknaðinum sera høgir. Seinastu vikurnar í øðrum ársfjórðingi og í juli/august lækkaðki laksaprísurin á spotmarknaðinum munandi. Vit halda tó, at verandi laksaprísur er burðardyggur fyri vinnuna, og fer at hava positiva ávirkan á møguleikarnar at menna bæði verandi og nýggjar marknaðir, og sostatt økja um eftirspurningin eftir laksi. Bakkafrost hevur økt tøkuna av laksi í fyrra hálvári 2011. Framleiðsluorkan verður betur gagnnýtt og harvið lækkar eindarkostnaðin. Í 2011 vænta vit at taka 42.000 tons av laksi. Vit vænta at tøkan í øðrum hálvári 2011 verður 26.500 tons. Tøkan hvønn ársfjórðing fer harvið at økjast og kemur at liggja millum 11 og 14.000 tons framyvir. Smoltútsetingin í 2011 verður eftir ætlan 10 mill smolt samanlagt, boðar Bakkafrost frá.