Gott tilfar er í sjónum

Hann er 54 ár, vinnukavari, men upprunaliga útlærdur maskinsmiðjur á Tvøroyri í 1966. Hann er ímyndin av Norðlýsinum, sum hann hevur ført seinastu 11 árini, og hann dugir sera væl at matgera ? serliga við tí, ið kemur úr sjónum ? helst av botni. Maðurin er Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum

Við Bursatanga í Havn liggur ein snotulig og vøkur slupp. »Norðlýsið« at bryggju henda seinnapart, men er í summarmánaðunum oftast á ferð. Í dag er eitt sindur av mjørka, men annars er stilt og vakurt á sjónum. Skiparin, Birgir Enni, er farin at fyrireika ein túr til Nólsoyar hetta sama kvøldið. Álmanakkan hevur hann eisini funnið fram, at kanna veðurlíkindi fyri vikuskiftistúrarnar, hann hevur í væntu.
Birgir Enni er 54 ára gamal og hevur í fleiri ár skipað fyri túrum við sluppini »Norðlýsið«. Upprunaliga er Birgir maskinsmiður. Prógvið nam hann sær í 1966 á Skipasmiðjuni á Tvøroyri, men hevur hann arbeitt við at byggja havnir ymsastaðni í Føroyum. Sum vinnukavari hevur hann grivið á havbotninum og bygt kaiir, og hevur hann harafturat eisini hjálpt til at umvæla skip, m.a. hevur hann riggað seglskip til á Skipasmiðjuni á Tvøroyri.
Í 1989 fór hann undir at umvæla sluppina »Norðlýsið«. Teir vóru 10 mans um arbeiðið og fór nógv orka til at fáa skipið í stand. Sluppin hevði ligið still í nøkur ár, og tíðin fyri skip av hesum slagi var úti, so har var nógv, ið skuldi umvælast og skiftast út, m.a. eru mastrarnar, stýr-húsið og dekkið gjørt av nýggjum.
Birgir brúkar enn nógva tíð og orku upp á umvæl-ingar og viðlíkahald. Nógv krøv eru fyri at taka slíkt skip í nýtslu, m. a. skal trygdarútgerðin og tað tekniska vera í lagi. Í 1992 tók Birgir prógv í navigatión og dugnaskapi í at sigla sluppina. Hann byrjaði sama árið at gera onkrar útferðir runt í Føroyum, og síðan hevur hetta vundið uppá seg. Tað vísti seg at vera góð undirtøka, og farið var so undir at skipa fyri føstum túrum. Í dag eru túrarnir sera væl umtóktir, og tá ið summarsigling er, hevur hann ógvuliga lítla frítíð.
Útferðir
Av tí at hann hevur arbeitt so nógvastaðni í Føroyum, kennir Birgir landið sera væl. Hann veit, hvar tey mest áhugaverdu støðini eru, og á útferðunum leitar hann sær til støð, ið eru vøkur at síggja, og eisini hava fuglalív. Hetta tykist at vera tað, ið hevur áhuga hjá teimum flestu.
Í Skúvoy, Mykinesi og Dímun sæst væl av fugli, og eisini verður farið inn í hellur á Heystoynni og Nólsoynni við smærri báti. Hetta eru støð, ið ein annars ikki kemur til, og ein stórur partur av upplivilsinum er eisini skipið sjálvt. Hýrurin umborð er heilt serstakur, og oftast eru fólk sera áhugað, bæði í Føroyum sum land, í skipinum og í teim serstøku støðum, ið farið verður til. Ikki er alt ferðafólk, sum koma umborð. Føroyingar lata eisini væl at túrunum, og skipið verður ofta leig-að, bæði til fyritøkur og privat.
Teir mest umtøktu túrarnar eru teir til Stóru Dímun og Heystoynna. Skipað verður eisini fyri hellukonsertum, og eisini verða kavaratúrar og fiskitúrar gjørdir. Fyri at fara á kavaratúr skal ein hava royndir í at kava, men fiski-túrarnar eru fyri øll, bæði børn og vaksin, roynd sum óroynd. Hetta er fyrsta árið, at Birgir roynir seg við fiskitúrum, men hevur undirtøkan verið góð higartil. Túrarnir, ið verða lýstir í útvarpinum, verða vanliga skjótt teknaðir. Sluppin tekur 50 fólk, og vanliga eru 30-40 við hvønn túrin, og farið verður altíð til teir lýstu túrarnar. »Eingin skal fara skuffaður«, sigur Birgir, og hevur hann onkuntíð gjørt útferðir við einans 2-3 fólkum.
Hóast Birgir hevur eina plan um, hvussu túrarnir skulu skipast, er tað veðrið, ið ræður, hvørji støð hann fer til. Fólk vilja helst hava pent veður ein sovorðnan túr, men er veðrið ikki til vildar, kann tað oyðileggja nakað av upplivilsinum. Føroyingar plaga at spyrja seg fyri um veðurlíkindi, men útlendingar leggja ikki so nógv í, um tað regnar ella er eitt sindur av mjørka. »Teir síggja tað sum ein part av sjarmuni«, sigur Birgir, ið heldur, at slíkt veður er ein partur av náttúruni og eisini er eitt upplivilsi fyri seg. Er veðrið ringt, plagar hann tó ikki at fara. Tað er ikki so stuttligt at liggja við sjóverki, tá ein fer ein slíkan túr: »Og er ættin ring til tann plan-lagda Dímunartúrin, er hon kanska góð til at fara onkra aðrastaðni«. Ikki altíð ber til at hava eina fasta rutu, og man noyðist at sigla eftir, hvussu líkindini eru. Hvussu streymur og ætt er, sær hann á Álmanakkanum, sum hann støðugt tekur framm og blaðar í, tá ið hann planleggur túrarnir.
Á einum slíkum túri verður ofta farið í land. Man skal orka at ganga. Serliga á Stóru Dímun, tá farið verður inn á Rakhellu kann vera eitt sindur tungligt, men fólk plaga at orka væl, og tað er upp á ongan máta vandamikið. Ein slíkur túrur varir ein heilan dag, eini 10 tímar viðhvørt. Birgir plagar at gera suppu e.t. til gestirnar, men best er at hava okkurt etandi við eisini. Onkuntíð verður tó heitt á hann at gera mat til fólkini, og tá borðreiður hann við sjó-mati. Fólk plaga annars eisini at taka føroyskan mat við; skerpikjøt og turrur fiskur verður vanliga etið umborð, og soleiðis gerst ein slíkur túrur eitt føroyskt upplivilsi í allar mátar.
Birgir heldur, at nógv meira kundi verið gjørt burturúr slíkum túrum. Fólki dámar tað væl, og tað hevði kanska verið eitt hugskot at gjørt longri túrar, har man silgdi einar 2-3 dagar, har fólk kundu búð umborð og sæð meira av Føroyum. Tað kundi væl verið meir av slíkum túrum, men heldur hann eisini, at ferðavinnan er nógv batn-að, síðan hann byrjaði at sigla. Tað eru fleiri tiltøk nú. Skipað verður ofta fyri gongutúrum og túrum til Vestmannabjørgini. Hetta heldur hann verða gott, tí nógv av ferðafólkunum koma fyri at uppliva náttúr-una, og tað vísir seg, at eisini føroyingum dáma væl at síggja landið á henda hátt.
Tónleikur
Tað er umráðandi, at túrarnir ikki líkjast ov nógv. Tí roynir Birgir at variera tær ymsu útferðirnar. Í 1995 fann hann uppá at skipa fyri konsertum í samband við túrarnar. Hann hevði verið inni í hellum, bæði í Heystoynni og Nólsoy, og saman við Kristiani Blak fór hann so at skipa fyri konsertum í Klæmntsgjógv. Ljóðið inni í hellunum er heilt serstakt, heldur hann. Náttúran hevur so nógv ljóð, og inni í hellunum hoyrist bæði havið og fuglaljóð. Akkustikkurin er nakað heilt fyri seg, og bleiv hetta skjótt ein fastur táttur av tiltakinum »Summartónar«. Tríggjar fløgur eru útkomnar í samband við hellukonsertirnar, og serliga fløgan »Klæmint« er væl umtókt. Kápumyndirnar á fløgunum hevur skiparin sjálvur tikið, og tað vísir seg, at hann er ein framúr góður myndamaður. Hann tekur nógvar myndir á túrunum, og tað ber til hjá fólki at ogna sær fløgur (CD-ROM) við myndum aftan á eina slíka útferð. Á fløguni hevur hann lagt tónleik frá konsertunum, og eisini er kunning um skipið og um Føroyar ? á enskum, so ferðafólkið eisini fær nakað burturúr.
Ungi sangarin Brandur Enni hevur onkuntíð verið umborð og sungið og spælt horn, og var hetta eisini byrjanin til, at hann fór at syngja og upptraðka. Birgir er pápabeiggi Brand, og var tað hann, ið hjálpti honum á veg inn í tónleikaraheimin.
Sjómatur
Umframt at verða maskinsmiður, vinnukavari og skipari á Norðlýsinum, er Birgir eisini kendur fyri sín góða og vælumtókta sjómat: »Gott tilfar er í sjó-num«, tekur hann til, og greiðir frá, hvussu hann ígjøgnum 30 ár sum vinnukavari hevur sæð, hvussu nógv lív er í havinum. Hann heldur, at vit hava lyndi til at gera ov lítið burturúr matinum í Føroyum. »Kókaður fiskur er eisini góður matur, men vit hava so nógv annað, og spell er, um tað ikki verður nýtt, tí sjógvurin er reinur og hevur nógv gott at bjóða«. Birgir nýtir øður, tara, krabba, skeljar o.a, sum hann sjálvur kavar eftir, og hevur hervið prógvað, at føroyskur matur kann vera meira enn kókaður fiskur við óflustum eplum.
Birgir hevur fingið gott orð á seg sum kokkur, og hevur hann onkuntíð verið á skúlum og undirvíst í matgerð, og eisini gjørdi hann mat til eina Oljustevnu í Stavanger fyrr í ár. Heitt verður á hann at kokkast til ymisk tiltøk, og herfyri gjørdi hann mat til sjálvan Anders Fogh, forsætisráðharra, tá hann var a vitjan í Føroyum.
Virksemið
Birgir dámar væl at vísa fólki runt í landinum. Tað er stuttligt at hitta so nógv ymisk fólk. Bæði útlendingar og føroyingar hava verið sera áhugaðir í hesum túrunum, og ofta upplivir hann, at fólk koma aftur, sum hava verið útferð við »Norðlýsinum«, og tað ger tað hugaligt at halda á fram.
At hava slíkt virksemi er tó ikki bara stuttligt. Tað tekur nógv ár at byggja upp, og tað skal ótrúliga nógv orka til viðlíkahald, planlegging og annað, og í summarmánaðunum er út at gera. Um veturin liggur »Norðlýsið« stilt, og tá fer tíðin við at umvæla og ann-ars fáast við annað enn sigling.
Niðri í lugarinum hevur Birgir alt tað, ið einum tørvar til at røkja virksemið hjá sær. Ímeðan hann vísir mær myndir á fartelduni, riggar ungi amerikumaðurin Nathaniel, ið seinasta mánaðin hevur starvast umborð, av. Hann fer til Íslands at arbeiða eina tíð, og Birgir fortelur, at ein dani kemur at arbeiða umborð tær komandi tvær vikurnar. Vanliga eru teir tveir mans umborð, Birgir stendur sjálvur fyri maskinum og navigatión, og so er ein, sum er dekkari og annars hjálpir til. Um summarið er tó ikki so galið við einum eykamanni, og tá er ikki óvanligt, at onkur kemur og biður sær arbeiði umborð.
Birgir er næstan klárur til næsta túrin. Hann skiftivís rørir í suppuni, ið stendur og kókar, og tosar við Nathaniel og meg. Tele-fonin ringir eisini av og á, og samstundis vísir hann mær heimasíðuna hjá sær, har ein kann lesa um útferðirnar, síggja myndir og annars lesa um »Norðlýsið« og annað, ið Birgir tekst við. Her hevur hann allar nýmótans hentleikar, bæði telduna, internet, far-telefon og digitalt mynda-tól. At eitt heilt virksemi kann fylla so lítið! Men hóast nýmótans tøkni, umvælingar, og hvørt av sínum, er »Norðlýsið« samstundis sera væl varðveitt sum eitt gamalt seglskip. Søgan er ikki farin fyri tað, um tíðirnar broytast, og tað er stuttligt at síggja. Vit kunnu øll vera errin um, at vit enn hava eitt skip av hesum slag, sum bæði prýðir høvðsstaðin, og sum sýnir Føroyar á ein so vakran hátt.